Í kvøld vunnu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby annan dystin á rað í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Á útivølli vann Hallby greiðan 37-28 sigur á Västerås-Irsta. Hallby legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var á odda 20-13 í steðginum.
Rói skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.
Hallby er nummar níggju í deildini við 10 stigum. Bert ein verri málúrtøka skilir Hallby frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á áttanda plássinum hevur liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof somuleiðis 10 stig.
Leygardagin 29. november klokkan 16 hevur Hallby heimadyst í høllini í Jönköpings Idrotshus. Tá kemur Hammarby á vitjan.











