Hallirnar í Klaksvík fingið eitt lyft

Í gjár var, Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík,, og vitjaði í hallunum í býnum saman við hallarvørðinum, Torkil Mørkøre.

Torkil hevur skipað fyri rudding upp í fleiri bingjur, vaskað og fingið lampustøð at virka - brúsurnar eisini og skiftingarrúmini hava fingið ein umgang.

Ja, onkur av spælarunum var dottin, tí gólvið var vaskað so væl, at harpiksið tess vegna var burtur og gólvið tí hálari. Tyggigummi og annað, sum var fast í gólvinum og millum beinkirnar, burtur.

Tað angaði væl av sápulúti - reint og ruddiligt inni og hitaanleggið virkar betri, tó at tað hevur sín aldur í aðrari høllini.

Jú, borgarstjórin var fegin um, at hallirnar høvdu fingið eitt lyft, sum var at fáa eyga á. Hetta sama gjørdu fleiri teirra, sum komu at spæla innandura fótbólt vart við og vóru takksamir fyri, tá ið Torkil, hallarvørðurin og borgarstjórin, Jógvan Skorheim vóru á veg út gjøgnum hurðina.

Orð og myndir: Dávur Winther