Hallur billard-kongur triðja ár á rað

Okkara landskendi country-kongur Hallur Joensen, eigur nú eisini av røttum heitið Føroya Billard-kongur. Hann vann í dag “Haldor Holm Cup” kappingina triðja árið á rað.  At vinna kappingina júst í ár, 24 árið henda kappingin hevur verið, var ein serstakur heiður, tí tað í ár eru liðin 100 ár síðani, at Haldor Holm, sáli varð føddur. Kappingin, sum hevur borið hansara navn, savnar landsins bestu spælarar og verður vinnarin innritaður í risastóra Haldor Holm steypið, ið hevur fastan bústað í Klaksvík.

 

Hallur vann kappingina við 31,3 eygum í meðal. Nr. 2 gjørdist tann ungi og komandi billardstjørnan av Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe við 27,4 eygum í meðal. Nr. 3 gjørdist ein av veteranunum í føroyskum billardspæli, Sonhard Johannessen úr Klaksvík við 24,1 eygum í meðal.

 

Kappingin var á sera høgum støði. Hallur hevði besta spælið uppá 712 eygu. Páll Heri hevði besta umfarið uppá 284 eygu.

 

Eftir kappingarlok í dag vitjaðu borgarstjórin Jógvan Skorðheim og Signhild Johannessen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur gingið á odda og latið dyrnar uppaftur í gamla Klaksvíkar Klubba fyri billard og dart.

 

Eftir kappingina verður galladøgurði fyri billardspælarum kring landið. Tá verða steyp handað og aftur hesaferð er tað Føroya Bjór, sum er høvuðssponsor til enn eina føroyska billardkapping.

 

Fleiri myndar síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER