Okkara landskendi country-kongur, Hallur Joensen, eigur nú eisini av røttum heitið Føroya billard-kongur. Hann vann í dag “Haldor Holm Cup” kappingina triðja árið á rað.
At vinna kappingina júst í ár, 24 árið henda kappingin hevur verið, var ein serstakur heiður, tí tað í ár eru liðin 100 ár, síðani Haldor Holm, sáli varð føddur.
Kappingin, sum hevur borið hansara navn, savnar landsins bestu spælarar og verður vinnarin innritaður í risastóra Haldor Holm steypið, ið hevur fastan bústað í Klaksvík.
Hallur vann kappingina við 31,3 eygum í miðal. Nummar tvey gjørdist tann ungi og komandi billardstjørnan av Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe við 27,4 eygum í miðal. Nummar trý gjørdist ein av veteranunum í føroyskum billardspæli, Sonhard Johannessen úr Klaksvík, við 24,1 eygum í miðal.
Kappingin var á sera høgum støði. Hallur hevði besta spælið á 712 eygu. Páll Heri hevði besta umfarið á 284 eygu.
Eftir kappingarlok í dag vitjaðu borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorðheim og Signhild Johannessen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráði.
Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur gingið á odda og hevur latið dyrnar upp aftur í gamla Klaksvíkar Klubba fyri billard og dart.
Eftir kappingina verður galladøgurði fyri billardspælarum kring landið. Tá verða steyp handað og aftur hesaferð er tað Føroya Bjór, sum er høvuðssponsor til enn eina føroyska billardkapping.