Hallur, Kaj Leo og Patrik skoraðu í steypakappingini

Trý av fýra føroyingaliðum hava vunnið seg víðari í íslendsku steypakappingini

Trý av fýra føroyingaliðum hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í íslendsku steypakappingini, og tríggir føroyingar skutu mál í hesum umfarinum. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir á liðnum hjá Akranesi høvdu heldur tungt hoyggj við at sigra á Sindri úr fjórðbestu deildini á útivølli. Akranes vann dystin 5-3, men undir dystinum var Sindri á odda bæði 1-0 og 2-1. Kaj Leo legði Akranes á odda 3-2 tá 67 minuttir vóru farnir av dystinum. Kaj Leo var skiftur út tá 79 minuttir vóru leiktir.

 

Hallur Hansson legði heimaliðið, KR á odda við einum vakrum máli móti Stjørnuni tá bert fimm minuttir vóru farnir. Sambært Morgunblaðnum var talan um eitt sera vakurt mál, ið Hallur meddaði upp í málhornið.

 

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík máttu leggja rygg til eina stóra steypasensasjón á heimavølli, tá Keflavík tapti heili 1-4 fyri Njarðvík, ið spælir í triðbestu deildini. Einasta jaliga var, at Patrik skoraði til 1-2 beint undan steðginum, men í tí stóra og heila var talan um eitt sera vánaligt avrik hjá Keflavík.

 

Gunnar Nielsen vardi ikki málið hjá FH í kvøld, tá FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði vann seg víðari í steypakappinini við 3-0 sigri á Kára, ið spælir í fjórðbestu deildini. Eykamálverjin hjá FH, Atli Gunnar Guðmundsson vardi málið hjá FH í kvøld.