Í dag sigur eitt Hamas-umboð við tíðindastovuna Reuters, at felagsskapurin góðtekur samtyktina í ST-trygdarráðnum um vápnahvíld í Gazageiranum.
Trygdarráðið samtykti vápnahvíldina í gjárkvøldið. Øll limalondini í ST-trygdarráðnum - uttan Russland - tóku undir við samtyktini.
Hamas hevur áður sagt, at felagsskapurin er sinnaður at samstarva við meklararar um at seta í verk eina vápnahvíld í Gazageiranum.
Umboðið fyri Hamas, sum Reuters endurgevur, sigur, at tey nú eru til reiðar at samráðast um smálutirnar í uppskotinum.
Tað er USA, ið eigur uppskotið, sum er viðgjørt og nú eisini samtykt í ST-trygdarráðnum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er í løtuni í Miðeystri, har høvuðsmálið hjá honum er at leggja trýst á stríðandi partarnar í Gazageiraum.