Hamranes og Breiðanes hava landað í Hvalba

Skipini fara longu nýggjan túr aftur í kvøld.

Ísfiskatrolararnir, Hamranes og Breiðanes, hava landað í Hvalba í dag. Henda túrin høvdu skipini stívliga 160.000 pund, meginparturin upsi. Upsin, sum skipini fáa, er góður. 

 

Tá liðugt er at landa, fara skipini nýggjan túr, og loyst verður aftur longu í kvøld.

 

Djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór, sum partrola og sum vanliga leggja veiðina upp í Hvalba, eru eisini til fiskiskap, men teir koma neyvan inn at landa hesa vikuna.

 

Niels Pauli og Steintór plaga vanliga at hava upsa og svartkalva.

 

Magnus Jespersen sigur, at tá nóg mikið av fiski er, eru eini 60-70 fólk til arbeiðis á virkinum TG Seafood í Hvalba.

 

- Men, sum er, kemur ov lítið av ráfiski upp á land. Upsafiskiskapurin er misjavnur, men sum heild er hann ov slakur, staðfestir hann.

 

Magnus vísir á, at TG Seafood í Hvalba keypir meginpartin av síni rávøru frá skipum, sum eru heimahoyrandi í Suðuroy.

 

- Umframt at keypa frá Hamranesi, Breiðanesi, Niels Paula og Steintór, plagar virkið eisini at keypa fisk frá Beinisvørði, sum er heimahoyrandi í Vági, sigur hann.

 

TG Seafood í Hvalba er eitt upsavirki. Tað, sum kemur upp á land í Hvalba av fiskasløgum, sum kunnu fara til saltingar, verður saltað hjá Delta Seafood á Tvøroyri.

 

Magnus Jespersen veit at siga, at partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, eisini hava gjørt onkran hampiliga góðan túr í heyst, men sum heild roynist upsafiskiskapurin ikki nóg væl.