Tað almenna eigur ikki at ganga á odda við andsliga og mentanarligari dálking av almenna rúminum, heldur Rigmor Dam, tingkvinna
Rigmor Dam, løgtingskvinna, er ørkymlað av, at handilslýsingar fylla so nógv í almenna kringvarpinum, sum øll føroysk húski við lóg skulu gjalda yvir 3.600 krónur fyri um árið. Hon øtast, at lættisoppa popplýsingar nú í enn størri mun verða ímyndin av hesum stovni, sum einaferð var landsins fremsti mentanarberi, men sum við aggresivu lýsingarstrategiini fær fólk, sum annars eru góð við stovnin, at venda sær ímóti honum.
Tað sigur hon í viðmerking til ein grein 52a spurning, sum hon hevur sent landsstýrismanninum í mentamálum.
Lesið eisini: http://www.in.fo/news-detail/news/kalsoe-skal-svara-um-dumping-i-kvf/Kalsø skal svara um dumping í Kringvarpi
Hon vísir á, at øll føroysk húski verða kravd eftir oman fyri 3.600 krónum í kringvarpsgjaldi árliga soleiðis, at fólkið í Føroyum hevur atgongd til dygdargott, uppbyggjandi og fjølbroytt miðlatilfar á føroyskum máli.
– Kortini verða vit díkt undir við handilslýsingum um líkt og ólíkt frá morgni til myrkurs úr almenna kringvarpinum. Og sum skilst verður hesin ágangur nú herdur, við tað, at stovnurin hevur gjørt átak, sum skal fáa lýsarar bæði áðrenn og aftan á allar tíðindasendingar í útvarpinum, og kring allar føroyskar sendingar í sjónvarpinum, sigur hon í viðmerkingunum til fyrispurningin, hon hevur sent Bjørn Kalsø, sum varðar av og hevur evstu ábyrgdina av Kringvarpi Føroya.
– Umframt tað at handilslýsingar heilt grundleggjandi máa undan trúvirðinum hjá almenna public-service stovninum, óhefta tíðindaflutinginum og seriøsu miðlaframleiðsluni – og gera seg inn á fríu kappingina á privata markaðinum, so átti tað almenna ikki at gingið á odda við slíkari andsliga og mentanarligari dálking av almenna rúminum, sigur tingkvinnan í hvøssu viðmerkingini til landsstýrismannin.
Hon vísir eisini á, at Kringvarpið herfyri fekk átalu frá Brúkaraumboðinum fyri at varpa handilslýsingar í barnasendingini »Orrustan«, tí talan var um óetiska marknaðarføring, sum vendi sær til børn.
– Við nýggja átakinum, har lýsarar fáa stóran avsláttur, um teir keypa pakkar við lýsingum, kunnu vit vænta meira sjóðan og fleiri lokkandi lýsingar í almenna rúminum. Tí verður spurt, um landsstýrismaðurin kann góðtaka, at Føroyar fólk – umframt at rinda oman fyri 300 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi – skal útsetast fyri ágangandi lýsingar allan samlan dagin í útvarpinum og í sjónvarpinum á kvøldi?
– Skulu lættisoppa popplýsingar verða ímyndin av hesum stovni, sum einaferð var landsins fremsti mentanarberi, men sum við aggresivu lýsingarstrategiini fær fólk, sum annars eru góð við stovnin, at venda sær ímóti honum? spyr hon mannin við evstu ábrygd av Kringvarpi Føroya, Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum – sum hevur myndugleikan og kann gera nakað við málið av sínum eintingum.
Hon vísir til brævið, sum Kringvarpið hevur sent handilsmonnum, har teir fáa atgongd til alla sendiflatuna hjá bæði útvarpi og sjónvarpi hjá Kringvarpinum:
Sambært brævinum fáa handilsmenn atgongd til útvarpið rundan um hesar klokkutíðir:
Kl. 07.00
Kl. 07.30
Kl. 08.00
Kl. 09.00
Kl. 10.00
Kl. 12.20
Kl. 13.00
Kl. 14.00
Kl. 15.00
Kl. 16.00
Kl. 17.00
Kl. 18.00
Kl. 21.00
Og í sjónvarpinum fáa lýsarar tilboð um at lýsa í blokkum:
Áðrenn Dagur og Vika
Aftaná Dagur og Vika
Áðrenn 3-2
Aftaná 3-2
Áðrenn føroyskar dokumentarsendingar
Aftan á føroyskar dokumentarsendingar
Áðrenn Gekkin
Aftaná Gekkin
Áðrenn føroyskar sendingar
Aftan á føroyskar sendingar
4 lýsingar millum kl. 19.00-24.00
4 lýsingar millum kl. 20.00-24.00
4 lýsingar millum kl. 21.00-24.00