Beint eftir klokkan 21 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál í Eysturoy, sum vaktleiðarin á politistøðini lýsir sum »kvalifiseraðan harðskap«. Tað merkir, at persónur hevur brúkt eitthvørt amboð at fremja harðskapin við. Tá er málið álvarsligari, enn um persónur til dømis varð sligin.
Vaktleiðarin vil ikki í smálutir við málinum, men talan er um ein persón, sum hevur lopið á ein annan og framt harðskap. Persónurin varð handtikin í gjárkvøldið klokkan 21:48 og er í varðhaldi hjá løgregluni. Hann verður framsettur í grundlógaravhoyring í dag við kravi um varðhaldsfongsling.