Hann doyði av blýeitran

Herfyri kom skølturin av heimskenda tónasmiðinum Ludwig van Beethoven undan kavi, og í seinastuni hava granskarar á einum stovni í Chicago roynt at kanna, um skølturin kann siga nakað um, hví Beethoven doyði bara 56 ára gamal í 1827.

Tað hevur leingi verið gitt, at Beethoven leið av blýeitran, og Bill Walsh, granskari í Chicago, sigur við tíðindastovuna AP, at kanningarnar har vísa týðiliga, at nógv blýggj er í skøltinum. Bill Walsh vísir á, at sambært skrivaðum keldum leið Beethoven av magapínu á ungum árum, og at tað samsvarar væl við, at hann kann hava liðið av býeitran.

Summir tónleikasøgumenn halda, at Beethoven kann hava fingið blýeitran, tí hann plagdi at drekka vín úr blíbikari. Onnur halda, at hann fekk ymisk evni við blýggi í frá læknunum, sum royndu at linna magapínu hansara.