Hann fekk ikki umvent suðuroyingar

SJÚKRAHÚSIÐ Á borgarafundi í gjárkvøldi um Suðuroyar Sjúkrahús, tosaði John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum fyri deyvum oyrum, tí suðuroyingar hava rætt og slætt ikki álit á, at politikarar halda síni lyfti

- Suðuroyar Sjúkrahús skal varðveitast sum eitt sjálvstøðugt sjúkrahús við egnari leiðslu.
Hetta var fólkakravið á borgarafundi í eini fullsettari skúlahøll í Trongisvági í gjárkvøldið, har Suðuroyar Sjúkrahús var til viðgerðar.
Politiska ætlanin er at leggja øll trý sjúkrahúsini í Føroyum saman undir eina felags leiðslu við eini felags játtan á fíggjarlógini.
John Johannessen royndi av øllum alvi at greiða frá, at ætlanin við hesum er ikki at máa støðið undan Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tvørturímóti er endamálið at framtíðartryggja tey smáu sjúkrahúsini.
Men fyri at kunna tað, verður neyðugt at samskipa heilsuverkið í eitt felags sjúkrahús fyri at gagnnýta fíggjarliga orkuna betri.
Hann vísti á, at sum støðan er nú, eru langir bíðilistar á summum sjúkrahúsum, samstundis sum at onnur sjúkrahús hava ov lítið at takast við.
Orsøkin er, at í løtuni eru tað kommunulæknarnir, sum hvør í sínum lagi innskriva sjúklingar á tey trý sjúkrahúsini og í summum førum skriva teir sjúklingar inn á øll trý sjúkrahúsini fyri at bíðitíðin skal vera so stutt sum gjørligt.
Hann vísti eisini á, at nú hvørt sjúkrahús hevur sína egnu játtan, er tað ein forðing fyri virkseminum, tí í fíggjarliga trongum tíðum, er vandi fyri at sjúkrahúsini aftra seg við at átaka sær viðgerðir fyri at kunna halda játtanina.
Ístaðin verður dúvað upp á, at okkurt annað sjúkrahús átekur sær sjúklingin.
- Tað ger bílistarnar óneyðuga langar, segði John Johannessen.

Inngrógvið misálit
Men borgarafundurin vísti, at hetta fara suðuroyingar undir ongum umstøðum at góðtaka.
Fundurin avdúkaði eitt inngrógvið misálit á politisku skipanina, tí hóast John Johannessen, landsstýrismaður, gjørdi sítt besta at sissa fólk, var tað heilt týðiligt, at tey trúðu ikki einum orði av tí, hann segði.
Bæði fundarfólk og Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum sat við pallborði, vóru sannførd um, at hetta verður endin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hinvegin ivaðust fundarfólk heldur ikki í, at sjálvur var landsstýrismaðurin í bestu meining og vildi Suðuroyar Sjúkrahúsi alt tað besta.
Men tey vístu á, at landsstýrismaðurin er ikki einsamallur og at onkur kemur eftir hann. Tey stúrdu eisini fyri teirri felags leiðslu, sum skuldi setast fyri øll trý sjúkrahúsini.
Tey ivast onga løtu í, at ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini, har tey høvdu felags játtan á fígjarlógini, fer at føra við sær, at sum frá líður fer størri og størri partur av játtanini at verða løgd niður í Landssjúkrahúsið og so verður endin, at Suðuroyar Sjúkrahús spakuliga, men miðvíst, verður pínt til deyðis, til tað at enda dettur heilt sundur.
- Landsstýrismenn eru komandi og farandi og tí verður tað sjálv umsitingin, sum fer at umsita heilsuverkið, staðfesti Hans Petur Nielsen.

Skal samskipast
Hann vísti á, at verður ein stjóri settur afturat, veksur frástøðan ímillum landsstýrismannin og sjúkrahúsini og tí verður tað ein tung umsiting, sum fær umsitingina um hendi.
Hinvegin staðfesti hann á, at enn hava vit ongan orðaðan heilsupolitikk og ongan orðaðan sjúkrahúspolitikk.
Bæði leikfólkið og yvirlæknin við pallborðið staðfestu, at tað ber væl til at samskipa, uttan at leggja sjúkrahúsini saman.
John Johannessen legði dent á, at hóast ætlanin er at leggja øll trý sjúkrahúsini saman, er hann sinnaður at staðfesta í lógini, at tað framyvir eisisini skal vera sjúkrahús í Suðuroy og í Klaksvík.
Hans Petur Nielsen legði afturat, at tað er ikki ein haldgóð grundgeving fyri samanleggingini, at tað skal vera fyri at koma bíðilistum til lívs.
Hinvegin heldur hann, at tað er skilagott at miðsavna viðgerðir fyri at gagnnýta fíggjarliga tilfeingið sum best.
Annars vóru tað summi fundarfólk sum metti, at veruligi trupulleikin hjá landsstýrismanninum var, at tað vóru so nógvar sama slag viðgerðir bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og at tað í veruleikanum var hetta, sum ætlanin var at koma til lívs við at miðsavna viðgerðirnar.
Men heitt varð samstundis á landsstýrismannin um at kalla ein spaka fyri eina spaka og at halda Suðuroyar Sjúkrahús uttanfyri.
Eitt punkt, sum elvdi til nógv kjak, er, hvørjar heimildir, landsstýrismaðurin hevur at samskipa tey trý sjúkrahúsini fyri at sleppa undan bíðilistum.
Sjálvur staðfesti hann, at hann hevði ongar heimildir á áleggja leiðslunum nakað á hesum øki.
Les eisini greinina: 104 sjúklingar innlagdir