Hann hevur 59 patent og eigur í yvir 30 fyritøkum

TONIK kunnger nú, at Andrew William Thomas verður ein av røðarnum á TONIK 2026 tann 8. mai.

Tíðindaskriv:

 

Andrew Thomas er íleggjari og íverkseti, sum hevur serligt innlit í heilsutøkni.

 

Hann er búsitandi í Sveits, har hann situr í nevndum hjá íverksetarafyritøkum og vakstrarfyritøkum innan heilsutøkni, heilivág, og tøkni annars. Hann hevur íløgur í meira enn 30 fyritøkum, ið spenna vítt frá iverksetarafyritøkum til búgvin feløg.

 

Áðrenn hann blevi íleggjari arbeiddi hann í heilsutøkni og medicinalídnaðinum, m.a. í Roche, ein av heimsins størstu heilivágsfyritøkum.

 

Andrew Thomas hevur 59 patent og hevur skrivað yvir 50 javnlíkamettar vísindaligar greinar og bøkur.

 

Á TONIK fer Andrew Thomas at halda fyrilesturin “Innovation: Creating value from Ideas” har hann tekur støði í sinum drúgvu royndum.

 

TONIK er ein altjóða ráðstevna, har tøkni, nýskapan, vinnan og skapandi vinnur møtast.

 

Tonik 2026 verður í Silo í Tórshavn tan 8. mai. Meira kunning fæst á tonik.fo. Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Tilfeingis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK, og Klintra er høvuðsstuðul í 2026.