Hann mongum er hulin

Hann virkar dragandi. Er hulin fyri mongum, men kortini ongum duldur, hóast bara nøkur heilt fá fólk hava verið í honum. Vágatunnlinum, sum í morgin verður opin tvørtur undir Vestmannasundi. Og enn goymir hann loynidómar

Upptakt
Vágatunnilin:

Annað enn grót og runu hevur hann latið frá sær. Tann nógv umrøddi undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi. Okkara fyrsta fasta samband millum oyggjar undir havbotninum.

Tað liggur ein steinur í arbeiðsskúrinum hjá NCC norðanvert Kálvadalsá í Sandavágshaganum.

Ella er tað ein steinur? Teir ivast eitt sindur, um alt er steinur, tí ovasti parturin er meira at kalla ull. Mjúk, ljóst morlitt ull, sum fyri tað kundi verið av seyði.

Um tað nú ikki bara var tað, at steinurin er boraður úr undirgrundini umleið ein kilometur inni í tunnlinum nakað væl undir havbotninum á Vestmannasundi.

?Ja, eg veit ikki heilt vist, hvat hatta er, sigur arbeiðsformaðurin Jørgen Johansen, tá forvitni blaðmaðurin stendur yvir hesum og undrast. Vit halda okkum bara til, at tað er ein seyður, hvussu hann so skuldi verið komin niður har, sigur hann. Tað tykist kortini, sum hann heldur ikki sjálvur trýr rættiliga upp á, at soleiðis er.

Men hann lovar at fara at kanna tað nærri og royna at finna út av ,hvat hatta er fyri nakað, sum har liggur.


Lítið hall
Ein hjálm á høvdið og eitt belti við battaríum og eini lykt fái eg, áðrenn vit spakuliga fara undan brekkuni inn í myrka tunnilin. Hallið er so lítið, at tað verður als ikki hugsað um tað yvirhøvur. Vit vita, at tað er har, tí vit skulu einar hálvtannaðhundrað metrar niður, áðrenn vit fara uppaftur móti Streymoyarlandinum, hóast hol enn ikki er komið á.

Tú undrast á, hvussu turrur veggurin er, og runan, sum lá úti við munnan, gerst turrari, og at kalla reint er undir.

?Tað er nógv turrari, enn vit væntaðu, greiðir Hermann Lindberg frá. Hann koyrir bilin, vit sita í. Tað er hann, sum er leiðari hjá NCC í samband við arbeiðið her undir Vestmannasundi.

Hann greiðir frá, at tað er so turt, at teir rokna við at kunna spara nakað av pumpuorkuni, sum teir annars væntaðu at skula brúka.

Og tað eru bæði byggifelag og eigari fegin um, greiðir hann frá, tí gjørd er ein bonusskipan, sum møguligt avlop av fíggjarætlanini verður býtt eftir. Og her eru nakrar krónur at vinna, tí náttúran er so blíð við teir her, smílist hann.


Undirlagið
Undirlagið, sum koyrt verður á, skal alt takast uppaftur, greiðir Hermann Lindberg frá. Tað er bara ein fyribils arbeiðsvegur, sum gjørdur er, og hann er longu so mikið farin av øllum lastbilunum, at nýtt má leggjast. Tað tilfarið verður tikið úr rúgvuni, sum uttan fyri tunnilin liggur.

Tá skotið er, verður grótið beinanveg koyrt beint út um tunnilsmunnan, har tað veðru lagt, til ruddað er liðugt eftir hvørt skotið.

Meðan so gjørt verður klárt til næsta skotið, verður koyrt frá. Hiðani av Reynsbakka allan veg í grótbrotið í Sandavági, har alt grótið verður goymt til seinni nýtslu.

At tað verður gjørt soleiðis, greiðir Herman Lindberg frá, er tí, at tað eru ov fáir lastbilar til at koyra burtur beinanveg. Neyðugt er at rudda tunnilin sum skjótast, so arbeiðið ikki verður darvað har inni, sigur hann.

Trygdin
Trygdina verður nogv tosað um. Kanska í so nógv, halda teir, sum ganga inni í tunnlinum. Teir báðir Herman og Jørgen Johansen, norski formaðurin.

Her er einki at óttast, siga báðir, sum við ein munn. Menninir vita, hvat teir skulu, og útgerð er sett inn í tunnilin at brúka, um okkurt skuldi hent.

Í einum lítlum lumma rættiliga innalaga í tunnlinum stendur ein bingja, har nakrar trýstfløskur er heftar á endan uttanvert.

Vit steðga á, og teir vísa mær inn. Tað er ikki tað stóra at síggja. Ein bonkur, og nakrar luftmaskur, sum brúkast skulu í neyðstøðu, siga teir.

Hetta er ein bjargingarbingja, sum fólkið kann fara inn í, um eitt nú eldur er í inni í tunnlinum, og roykurin gerst ov nógvr. Hurðin verður afturlatin, og luft er í fløskunum til nógvar tímar.

Sum skilst verður bingjan flutt inneftir, so hvørt sum tunnilin leingist.

Á botni
Her seta vit bilin. Vit eru nú rættiliga nær borimaskinuni, sum enn stendur still, tí ein gravimaskina er í ferð við at rudda teir allarseinastu steinarnar frá seinasta skotinum burtur.

Her er slætt undir fótinum, og tá vit hava spákað nakrar fáar metrar longur inn, merkist at vit eru á veg upp aftur móti Streymoynni. Ein sjáldsom kensla er tað at ganga her og vita at einir hálvthundrað metrar av sjógvi liggja har beint oman yvir tær. Har kanska eitthvørt stór skip beint nú fer tvørturyvir.

Beint her, vit seta bilin, dryppar úr erva. Ein av teimum fáu lekunum, hesumegin eru, greiðir Hermann Lindberg frá.

?Hinumegin er eitt sindur vátari, sigur hann. Men tað vistu vit, áðrenn vit byrjaðu at bora.

Alt í alt er tað bara triðingurin, sum kemur niður í mun til tað væntaða.

?Og fara vit at samanbera, sigur hann, kunnu vit vísa á, at her kemur bara umleið ein áttandapartur av teirri nøgd, sum rennur í Sumbiarbergholinum.

Siga frá

?Nú er so stutt ímillum okkum, greiðir førarin í borivogninum, Sveinung Aaboen, frá, at vit siga frá, tá vit spreingja, so teir hinmegin kunnu taka seg eitt sindur aftur. Sama er, tá teir skjóta. Tá skulu vit ikki vera beint fyri. So mikið ristir nú.

Hann situr uppi í stóra borivogninum og siktar eftir, hvar hann skal seta borirnar í til næsta skotið.

Her inni eru tað teir, sum arbeiða, ið einsamallir gera av, hvussu tryggjast skal,og nær tað er neyðugt at tryggja veggir og loft.

Tað hava teir mett tað at vera viðhvørt, síggja vit á teimum boltum, sum stinga undan her og har.

?Tá nú liðugt er at bora, greiðir formaðurin, Jørgen Johansen frá, verður eitt av arbeiðunum, sum gerast skal, at tryggja veggir og loft allan vegin.

Hann fer aftur um borivognin, har hann hevur varnast ein leka á vatnslanguni, sum vognurin dregur eftir sær, Og beinanveg fara teir at tetta hann, so ikki skal bíðast eftir hesum, til borast kann aftur.

Brunnurin
Her á tí lægsta, tunnilin kemur, er eitt fittligt hol skotið inn í veggin. Tað er eisini lægri enn vegbreytin. Hetta er brunnurin, sum skal savna vatnið, sum rennur ymsastaðni inni í tunnlinum.

?Hesin brunnurin verður alla tíðina tømdur við pumpum, so hann ongantíð skal vera í námind av at fyllast, greiðir Hermann Lindberg frá. Men hendir tað, at pumpurnar ganga fyri, eitt nú um streymurin fer, er hann so stórur, at hann rúmar øllum vatni, sum rennur í tunnlinum í trý samdøgur.

Hann greiðir frá, at tað skal stoypast upp fyri, eins og byrgt verður fyri út móti vegbreytini, so fólk, sum ferðast ígjøgnum tunnilin, ongantíð fara at síggja hendan brunnin ella tað vatn, sum í honum er.

Møtast
Jú, teir hava hoyrt spurningin, um teir nú munnu fara at hittast, tá teir koma so langt.

?Eg eri so vísur í tí, at eg tori at vedda nokk so nógv, sigur Jørgen Johansen. Tað verður eingin trupulleiki, er hann púra sannførdur um.

Teir báðir, Hermann, greiða frá tí, sum eftir er at gera, tá skotið er ígjøgnum.