Hanna Lisberg - ein stríðskvinna farin

Tað kom dátt við um dagarnar at frætta, at Hanna Lisberg var farin, 82 ára gomul. Tað er ikki langt síðani, at vit bæði tosaðu saman, og tá tyktist hon at vera tann góða gamla Hanna, sum hon eg altíð hevði kent við tí positiva lyndinum.

Hanna var vágbingur. Foreldur hennara vóru Elisa Bæk, ættað úr Hovi, og Johan Toftum, sum var vágbingur. 


Fyrst og fremst kann sigast um Honnu, at hon var ein partur av okkara fakfelagssøgu. Hon var sera ung, tá hon fekk politiskt og fakligt medvit. Hetta var í 1939, tá hon var 13 ára gomul. Hon mintist eina stóra mannfjøld á bryggjuni í Vági. Ferðaskip var komið úr Danmark og hevði lagt at á Tvøroyri og sett av tey ferðafólkini, sum skuldu til Suðuroyar. Tey, sum so skuldu longur suður í oynna, fóru umborð á mjólkarbátin "Sigmund", sum sigldi tey til Vágs. Umborð var ein serligur danskur gestur, sum var orsøkin til hesa stóru mannamúgvuna á bryggjuni. Tað var nevniliga arbeiðaraverkfall í Vági tá, tí arbeiðsfólkið kravdi at fáa eina løngjaldsstovu, so lønin skuldi gjaldast kontant. 


Arbeiðsgevarar í Vági noktaðu í fyrsta umfari at eftirlíka kravinum um lønjaldsstovu, hóast arbeiðsmannafelagið Fylking á Tvøroyri hevði fingið løngjaldsstovu frammanundan. 


Í Vági stóð tískil í botni, og tað stóð eisini á hjá fólki at fáa mat. Søga var um onkran arbeiðsgevara, sum sníkti seg inn í sín egna handil at taka sær sjálvum okkurt til matna. Men tað var ikki talan um. Verkfallsfólkið hótti við at blaka hann á sjógv.


Hanna segði, at hóast alt var virðing fyri arbeiðsgevarunum, tí á mangan hátt vóru teir ikki so galnir, men í málinum um løngjaldsstovu vildu teir ikki geva seg. 


Danski gesturin var eitt umboð frá tí danska Samvirkende Fagforbund, í dag LO. Hann kom upp at stuðla arbeiðarunum og eisini at royna at fáa semju millum partarnar. Hetta eydnaðist eisini, og vágbingar fingu sína løngjaldsstovu. 


Hetta stríðið birti ein neista í Honnu, og hon fekk tá bæði politiskt og fakfelagsligt medvit. Í fyrsta umfari var tað kanska ikki tað stóra, hon fekk gjørt. Men hon hevði gott samband við forkvinnuna í arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður, Mikalu Midjord, sum eisini var fastur Ingeborg Vinther. Hanna plagdi at ganga við fundarboðum, tá ið fundur var í felagnum. Vanligt var at lýsa við uppslagi á einum pela, men boðskapurin kom betri fram, um gingið varð hús úr húsi. Fjallbrúður varð stovnað 13. september 1937, so sigast kann, at Hanna nærum var við frá byrjanini.

Sum frá leið gjørdist Hanna skrivari í Fjallbrúður. Í hesum sambandi plagdi hon at fara til Havnar á fund hjá Føroya Arbeiðarafelag, har Gunnar Petersen var formaður.


Gekk á odda at fáa líka løn


Hanna segði, at Fjallbrúður var tað arbeiðskvinnufelag, sum gekk á odda at útvega líka løn til kvinnur og menn. Hetta arbeiði gav eisini tað úrslit, at fyrst gjørdust dýrtíðarviðbøturnar tær somu hjá monnum og kvinnum, og gjørdist sjálv lønin tann sama.

Ein politikari frá teirri tíðini, sum Hanna setti høgt, var Johan Danbjørg úr Porkeri. Hann var álitið hjá verkafólki í sunnaru helvt av Suðuroynni.

Danbjørg arbeiddi eisini á øðrum økjum enn á teimum reint politisku. M.a. arbeiddi hann íðin við at fáa eina keypssamtøku, har arbeiðarar kundu fáa bíligari mat. Her kom hann tó ikki á mál.


Fór at arbeiða hjá Kaaber


Sum ung var Hanna heldur heilsuveik. Hon hevði "smittuna", sum tað kallaðist, og hon lá á sjúkrahúsi í eitt heilt ár. Hon helt seg tí ikki til at fara at arbeiða í fiski, sum tá í tíðini var tað vanliga arbeiði hjá gentum.


Hon fór tí at hjálpa til heima hjá Onnu Katrinu Nolsøe, sum var mamma til millum onnur Eli Nolsøe, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Ein dagin - meðan hon skúrar úthurðagáttina - kemur ein dani framvið. Hesin var tannlæknin Kaaber, sum annars arbeiddi í Havn. Hann plagdi eisini at fara sum tannlækni til tær bygdirnar, sum høvdu ravmagn, og har greiðirnar hjá tannlæknum kundu nýtast. Vágur var ein av hesum fáu bygdunum, har hetta bar til. Kaaber steðgaði á og bjóðaði Honnu starv sum klinikkdama á tannlæknastovuni, sum var úti í Tinganesi, har løgmaður í dag heldur til. Hanna gjørdist kløkk, tí hetta var jú nakað, sum hon als einki kendi til. Men hetta var skjótt at læra, og Hanna kundi byrja dagin eftir, um hon hevði hug.


Hanna tók av og kom at arbeiða hjá Kaaber í 1945-48. At koma til Havnar var sum at koma til eina aðra verð. Hanna búði í KFUK, har nógv fólk komu. Hon byrjaði eisini at ganga á javnaðarfundir, og í Havn kom hon at kenna ein hóp av fólki. Ein av teimum var Jona Henriksen - okkara felags vinkona, sum doyði í 2006. Av øðrum persónum, sum hon lærdi at kenna vóru pápa Jonu, Palli Henriksen, Hans B. Arge, Esmar Fuglø, Dia í Funningsstovu og Mourentius við Stein.

Hanna vildi eisini her stuðla javnaðarflokkinum, og hetta varð m.a. gjørt við at fáa fólk at geva pening til Sosialin, sum ofta lá tungt í sjónum fíggjarliga. Men tað gekk, og teir vóru nógvir, sum veruliga rindaðu heilt fitt av peningi til hetta endamál. Tannlæknastovan hjá Kaaber var tá tann einasta í landinum. Hanna lat ótrúliga væl at Kaaber. Hann var ein sera dugnaligur tannlækni, og fleiri av teimum plumbum, sum hon fekk, meðan hon arbeiddi fyri hann, hevði hon framvegis. Ein sum kom at arbeiða sum tannlækni hjá Kaaber var Esther Djurhuus, sum doyði í fjør. Hon hevði alt gott at siga um Honnu, og segði, at Hanna var sera røsk og eitt rættiligt álitisfólk.


Hanna var ikki bert klinikkdama, tí her var eisini nógv skrivstovuarbeiði, sum skuldi gerast. Hon lærdi seg tí eisini maskinskriving. Kaaber vildi hava, at ordan skuldi vera í. M.a. skuldi Hanna altíð vera í væl bustaðum skóm, tá hon kom til arbeiðis. Eina ferð hevði Hanna verið heilar tveir dagar í einum brúdleypi og hevði gloymt at busta skógvarnar. Fyri hetta fekk hon ein slíkan umgang, at hon alla sína tíð ikki fór út fyri dyr uttan at hava bustað skógvarnar!


Hanna hevði ymisk smá arbeiði afturat. Eitt av hesum var at vera barnagenta hjá børnunum hjá Jákupi Joensen, prósti. Hetta var um ta tíðina, tá ið hann skrivaði bókina "Víkingasynir" um teir sum fórust undir krígnum, og tí ikki mátti órógvast.


Í Føroya Arbeiðarafelag


Í 1949 giftust Hanna og Jens Lisberg, og tey búsettust í Vági. Nú kemur Hanna aftur upp í fakfelagsarbeiði hjá Fjallbrúður, og í 1958 varð hon vald inn í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag, har hon gjørdist skrivari. Á aðalfundinum varð nevniliga samtykt at hava eina kvinnu afturat, og tað gjørdist Hanna.

Hanna varð vald í nevndina um tað mundið, tá Havnar Arbeiðsmannafelag var farið úr Føroya Arbeiðarafelag, og Havnar Arbeiðskvinnufelag hevði boðað frá tí sama. Tí komu Hanna og hitt kvinnuliga umboðið í nevndini - Andrea Árting - bert at vera saman í nevndini heilt stutta tíð. Seinni fóru feløgini í Klaksvík eisini burturúr. Hanna var í nevndini inntil 1966, og hon kom tí at uppliva tað split, sum var úrslitið av, at hesi feløgini vóru farin burtur úr. Hetta harmaði hana nógv.

Fjallbrúður var framvegis á odda, men nú á einum øðrum øki. Tær komu í 1959 við einum uppskoti um, at hjún skuldu skattast hvør sær. Føroya Arbeiðarafelag tók undir við hesum, og mong mundu tá hava roknað hetta sum ørvitistos, meðan tað í dag er ein sjálvfylgja at soleiðis er.

Tað var ymiskt, hvussu tað gekk við samráðingum hesi árini. Viðhvørt varð samráðst saman við hinum feløgunum og viðhvørt ikki. Hetta gav eisini ósemjur millum feløgini.


Mótpartarnir vóru arbeiðsgevarafelagið við t.d. Esmar Fuglø, Aksel Hansen og Páll á Dul. Serliga gav Hanna Páll á Dul eitt gott ummæli. Hann var tann mest semjusøkjandi, og hann fekk forðað verkføllum, sum annars vandi var fyri. Tey bæði vóru annars í nevndini fyri Føroya Handilsskúla í 18 ár, og hon tók til, hvussu góður Páll var at samstarva við.


Stríðið fyri teimum veiku


Hanna var annars mest kend fyri sína verju av tey veiku í samfelagnum. Longu í 1969 gjørdi hon í eini blaðgrein vart við tær vánaligu umstøður hjá teimum menningartarnaðu á Rødbygaard í Danmark. Tað vóru ikki øll, sum tóku hetta væl upp, men tíbetur er tað nú viðurkent í okkara samfelag, at nærum eingin er so illa fyri, at hann skal sendast av landinum.


Størsta virksemi innan hetta øki kom hon at gera sum lærari. Hon var í búnum aldri, tá hon í 1960 fór á læraraskúla, har hon gjørdist liðug í 1964. Tá var hon 38 ára gomul. Hon fór tá at arbeiða á skúlanum á Trøðni, og hevði serlig evni at læra frá sær til fólk við ymiskum brekum, eins og hon hevur verið støðugur talsmaður fyri at bøta um korini hjá teimum, sum gingu á skúlanum.

Sum bólk hevur hon havt serligan tokka til tey deyvu. Hetta kemur ikki minst av teimum fimm deyvu systkjunum í Norðragøtu, sum øll máttu fara av landinum í skúla. Hetta var beinleiðis orsøkin til, at deyvaskúli kom í Føroyum.


Hanna fór ikki úr starvinum, fyrr enn hon var 70 ára gomul. Orsøkin var tann, at hon skuldi læra Jónsvein Bech deyvamál, so hann kundi virka sum deyvaprestur. Hetta riggaði eisini sera væl, og á eini royndargudstænastu í Danmark vóru tey ovfarin um, hvussu skjótt Jónsvein var komin eftir at prædika á deyvamáli.

Jens doyði í fjør. Hetta var ein smeitur hjá henni. Hanna plagdi at taka til, at uttan eitt slíkt bakland, hevði hon als ikki kunnað verið við í øllum hesum virkseminum.

Tey bæði fingu tveir synir. Teir eru Eli og Dánjal Johan, sum er giftur við Maluni úr Rituvík.

Vit eru mong sum minnast Honnu við virðing.



ó.