Hanne Marit Mordal syngur nýggj verk eftir Kára og Urd

Hanne Marit Mordal syngur nýggj verk eftir Kára Jacobsen og Urd Johannesen

Tíðindaskriv:

 

'Hvørjum angar rúmdin av?' er heiti á nýggjari útgávu við fimm nýggjum verkum, sum tónaskaldið Kári Jacobsen hevur skrivað til yrkingar hjá Urd Johannesen. Útgávan verður útgivin á felagnum Tutl 13. mei. Talan er um nýklassiskan tónleik fyri klaver og sopran, sum virðislønta føroysk-norska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen syngur, meðan Kári Jacobsen spælir á klaver. Útgávan er eitt framhald av útgávuni ‘Rangvørg’, sum í 2023 varð tilnevnd tvær FMA-virðislønir og vann eina virðisløn fyri Ársins Kompositión.

 

Sopranin Hanne Marit Mordal Iversen hevur vunnið ørgrynnu av altjóða virðislønum seinastu árini, bæði í Europa og Asia. Hon megnar føroyska málið hóast hon hevur búð í Noregi meginpartin av lívinum.

 

Tekstirnir á nýggju útgávuni fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina. Tónleikaliga eru nøkur av løgunum meira siðbundin, meðan onnur hava eitt meiri eksperimenterandi, modernað og óbundið snið og úttrykk.

 

Nærri lýsing av útgávuni og teim luttakandi er at finna her:

 

https://www.tutlrecords.com/fo/vora/hvorjum-angar-rumdin-av-kari-hanne-marit-urd/

 

Nýggi tónleikurin verður frumframførdur á konsertum 4. og 6. august í Havn og aðrastaðni. Nærri verður lýst seinni.

 

##med2##