Hannefía er ættað úr Sørvági, dóttir til Elisabeth Mariu og Harald í Lágabø. Hon er elst av 9 systkjum. Hon misti pápan 19 ára gomul. Hetta var árið eftir ta tiltiknu ferðina, tá ið Coralia bjargaði manningini á Blithesome í ódnarveðri á Kappanum. Pápi hennara var kokkur á Blithesome, og fekk hann mein av túrinum. Tá hann doyði, vóru fleiri av børnunum undir skúlaaldur. Hannefía fór sum ung til Suðuroyar at tæna og giftist við Mikkjal Hammer (nevndur Minnurin) av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var sonur Johannu og Julius á Hamri. Minnurin misti pápan sum 14 ára gamal. Hann var í miðjuni av 9 systkjum. Minnurin var sjómaður øll síni ungu ár. Hann sigldi krígsárini við trolara og slupp. Var úti fyri hendingum av krígsavum, sum darvaðu honum so mikið, at hann rættuliga ungur legðist upp á land og arbeiddi har fyrifallandi arbeiði. Hannefía og Minnurin fingu fimm børn, fýra dreingir og eina gentu. Hon passaði hús og heim, meðan hann var burtur. Seinni, tá børnini vóru eldri, fór hon at arbeiða í fiski. Í 1998 doyði fyrst tann næstelsti sonurin, Julius, og góðan mánað seinni, maðurin. Hon eigur fleiri ommu- og langommubørn. Føðingardagin heldur hon saman við sínum nærmastu hjá eini ommudóttir í Havn.