Hans Enoksen fekk sjáldsama gávu í Vági

Vágbingurin Dánjal Johan Hjelm gav Hans Enoksen, landsstýrisformanni, eina gamla mynd úr Itileq

Tað var ein hugfarslig løta á Bakkanum í Vági, tá ið Danjal Johan Hjelm fekk høvi til at heilsa upp á Hans Enoksen, nú hesin var í Føroyum, skrivar Suðuroyarportalurin.

Seinast teir sóust var fyri hálvari øld síðan. Tað var í Itileq. Tá var Hans Enoksen óviti, og fyri at vekja minnini aftur til lívs gav Danjal Johan honum eina mynd haðani frá óvitaárunum.

Suðuroyarportalurin, skrivar, at grønlendski landsstýrisformaðurin var skilliga rørdur av at síggja myndina av sær sjálvum sum smádreingi, abba sínum og øðrum óvitum.

Danjal Johan var í Grønlandi við Borgini, sum pápi hansara, Thorvald Hjelm, átti og førdi.