Hans Fróði vrakaður til stóru avbjóðingarnar

Umframt B68 miðverjan hevur Henrik Larsen valt at síggja burtur frá Heðini á Lakjuni og Helga L. Petersen, meðan Johan B. Hansen, Ingi Højsted, Atli Danielsen og Jónhard Frederiksberg eru í hitanum

LANDSLIÐIÐ

Henrik Larsen var á Skála leygardagin fyri við eygnum eygum at staðfesta, um Hans Fróði Hansen er mest upplagda valið til miðverjuplássið, sum stendur tómt ímóti Íslandi, nú Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson eru leikbannaðir.
Dómurin yvir avrikið hjá Hans Fróða Hansen kom í gjár, tá ið Henrik Larsen boðaði frá, hvørjar spælarar hann vil hava við til Íslands annan mikudag. Hans Fróði Hansen er ikki millum teir tjúgu, sum hava fingið boð.
Sunnudagin var Henrik Larsen í Vágum og eygleiddi Súna Olsen. Ungi maðurin í GÍ gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, hann spældi allar 90 minuttirnar, hann skoraði annað GÍ málið við frísparksperlu, og harvið negldi hann rimmar fast, at hann er tøkur í Íslandi annan leygardag.
Sjálvandi verður tað ikki fyrrenn sjálvan dystardagin greitt, hvønn spælara Jón Rói Jacobsen skal hava undir liðini á sær í miðverjuni. Men úttøkan bendir á, at valið fer at standa millum Johan B. Hansen og Jóhannis Joensen.
Jóhannis Joensen varð sendur til hús eftir fyrra dystin ímóti Kasakstan. Tá varð sagt, at hetta ikki skuldi skiljast sum uppsøgn, men heldur tí venjarin vildi viga onkran annan í seinna dystinum, og nú er Jóhannis aftur í hitanum. Johan B.Hansen spælir í Horsens í næstbestu donsku deildini. Hann fekk ikki landsliðsboð undan dystunum ímóti Kasakstan, men nú vil venjarin hava danskaran við føroysku foreldrunum ímillum teir átjan, sum liðið ímóti Íslandi skal veljast ímillum.
Pól Thorsteinsson og Óli Johannesen verða sjálvskrivaðir ímóti Týsklandi. Tá sleppa tveir av teimum, sum fáa boð ímóti Íslandi, ikki at sita á beinkinum, men skulu heldur út millum áskoðararnar at sita.
Heðin á Lakjuni spældi við í fyrra dystinum ímóti Kasakstan, og tá skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann var ikki í hópinum undan seinna dystinum, og nú er hann aftur settur uttanfyri. Tað er Helgi L. Petersen eisini, og pláss er heldur ikki fyri Símuni Samuelsen úr GÍ.

Nýggja ættarliðið
Í tjúgu manna hópinum eru fleiri spælarar, sum undanfarnu árini hava verið á yngru landsliðunum, og sum ikki áður hava roynt seg í undankappingardystum. Her verður hugsað um Inga Højsted úr Arsenal, Atla Danielsen, úr KÍ, Jann Inga Petersen úr B68 og Jónhard Frederiksberg av Skála, sum fyrstu ferð nakrantíð var í landsliðshitanum, tá ið liðið var á venjingarlegu í Spania í vetur.
Merkisvert er tað eisini, at landsliðsvenjarin hevur valt framvegis at halda Christian Høgna Jacobsen í hitanum, sjálvt um hann í vár hevur spælt ógvuliga lítið á besta liðnum hjá Vejle.
Teir tjúgu, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir: Jákup Mikkelsen, Molde, og Jens Martin Knudsen, NSÍ, eru málverjar. Hinir eru Fróði Benjaminsen og Jann Ingi Petersen úr B68, Jóhannis Joensen, FS Vágar, Julian Johnsson, Jákup á Borg og John Petersen, B36, Súni Olsen, GÍ, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør, KÍ, Jónhard Frederiksberg, Skála, Rógvi Jacobsen og Andrew av Fløtum, HB, Ingi Højsted, Arsenal, Christian Høgni Jacobsen, Vejle, Jón Rói Jacobsen, Brøndby og Johan Byrial Hansen, Horsens. Og so eru tað Óli Johannesen, Hvidovre, og Pól Thorsteinsson, B36, sum ikki eru tøkir í fyrra dystinum.
Úttøkan vísir, at landsliðsspælararnir eru úr so at siga øllum landinum. Øll feløgini í bestu deildini eru umboðað uttan VB og EB/Strreymur. Úttøkan vísir eisini, at útisetarnir eru nógv færri, enn teir onkuntíð hava verið. Teir eru Jákup Mikkelsen, Jón Rói Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen, Johan B. Hansen og Ingi Højsted og í seinna dystinum eisini Óli Johannesen.
Landsliðið fer til Reykjavíkar mikudagin í næstu viku, og tað verður flogið heima aftur beinanvegin leygarkvøldið, eftir at dysturin á Laugardalsvøllinum verður av.