Hans Hansen koyrdur frá eftir atfinningar frá SLV

Í morgun vita norskir miðlar at siga, at flogovastin hjá Atlantic Airways varð koyrdur frá fyri trimum mánaðum síðani, eftir at Statens Luftfartsvæsen hevði funnist hvassliga at flogfelagnum


 
Fáar mánaðir áðrenn flogfarið hjá Atlantsflog fór út av breytini í Stord, hevði Atlantic Airways fingið ógvusliga átalur frá Statens Luftfartsvæsen fyri vantandi trygd, skrivar norska blaðið Dagbladet í morgun.
– Vit skrivaðu eina rættiliga atfinningarsama frágreiðing um Atlantic Airways, og ein beinleiðis avleiðing av hesum var, at flogovastin í flogfelagnum varð biðin um at fara úr starvi sínum, sigur stjórin í flogdeildini hjá Statens Luftfartsvæsen, Torben Jørgensen, við Dagbladet.
 
Millum viðurskiftini, sum SLV átalaði, vóru hesi:
 
- Eitt flogfar fleyg ein heilan túr, meðan eitt ávaringarljós lýsti, og flogskipararnir kannaðu ikki møguligar orsøkir til hetta og skrásettu ikki tilburðin.
 
- Ein av manningini var í tænastu uttan fullgilduga læknaváttan
 
- Vantandi prógv fyri førleikarnar hjá flogskiparunum
 
- Flogvallarmanualarnir vóru ov gamlir
 
- Flogskiparar hjá felagnum flugu hægri enn 29.000 føtur uttan góðkenning
 
- Flogskipari vildi gera í móti boðum frá Statens Luftfartsvæsen og flúgva við eldsløkkjarum, sum vóru ov gamlir
 
Sosialurin hevur ringt til Magna Arge fleiri ferðir í morgun fyri at fáa viðmerkingar, men hetta hevur ikki eydnast okkum. Men á miðdegi hevði Útvarpið Magna Arge í telefonini og hann segði tá, at Atlantsflog tók avleiðingarnar av atfinningunum frá Statens Luftfartsvæsen og flogovastin varð skiftur út við ein annan.
Hetta merkir, at Hans Hansen, sum annars øll hildu fór frá vegna aldur, varð koyrdur frá sum flogovasti og Jóhan í Niðristovu varð settur sum flogovasti í staðin. Tað váttar Statens Luftfartsvæsen.
Sosialurin ringdi til Atlantic Airways fyri at fáa eina viðmerking frá Jóhan í Niðristovu, men hetta eydnaðist ikki áðrenn evsta mark okkara.