Hans Jacob Lamhauge verður nýggjur borgarstjóri

Alt bendir á, at Runavíkar kommuna fer at fáa nýggjan borgarstjóra í næstum og sambært vælvitandi keldum, sum standa býráðnum nær, bendir mangt á, at nýggjur borgarstjóri í triðstørstu kommununi í landinum verður Hans Jacob Lamhauge, lærari, sum hevur sitið í býráðnum í meira enn 29 ár

Eykabýráðsfundur

Á skránni til almennan eykabýráðsfund í Runavíkar kommunu í kvøld er eitt av málunum "møgulig umskipan av býráðnum".
Leingi hevur ljóðað, at sitandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, hevur havt í hyggju at leggja frá sær sum borgarstjóri, og ymiskt hevur verið gitt um, hvør eftirmaðurin verður.
Rodmundur hevur eisini verið formaður í KSF, Kommusamskipan Føroya, og alment hevur hann sagt, at arbeiðsbyrðan er vorðin ov stór. Avgerðin um at leggja formanssessin í KSF frá sær, er tikin fyri eini tíð síðan, og nú bendir alt á, at hann eisini fer at leggja frá sær sum borgarstjóri í triðstørstu kommununi í landinum.
Saman við Jónsveini Knudsen, reiðara og øðrum hevur Rodmundur Nielsen keypt seg inn í vinnulív, bæði í Eysturoy og Norðoyggjum.
Nýggjur formaður í KSF er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Avgerð í kvøld
Hvør eftirmaðurin hjá Rodmundi í Runavíkar býráð verður, er ógjørligt at siga við vissu fyri eykabýráðsfundin í kvøld, men alt bendir á, at Sosialurin hevur fingið "fatur" á navninum á eftirmanninum.
Í Runavíkar kommunu sita tilsamans 11 býráðslimir, og hesir hava ikki skipað seg í samgongu og andstøðu.
Breið semja hevur frá fyrsta degi verið í samanløgdu kommununi um, hvussu ymisku nevndirnar skuldu mannast, og alt bendir á, at breið semja eisini verður um valið av nýggjum borgarstjóra

Hvørki Kári
ella Hans Petur
Av teimum 11 býráðslimunum í kommununi, eru sjey valdir á høvuðslistanum í gomlu kommununi, og hugsandi er, at eftirmaðurin verður ein av hesum sjey.
Teir, sum eru valdir á høvuðslistanum, eru Rodmundur Nielsen, Kári P. Højgaard, Hans Petur Ellingsgaard, Hans Jacob Lamhauge, Regin Olsen, Regin Jacobsen og Kristian Gaardbo.
Varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu er Kári P. Højgaard, og hann hevur verið virkandi borgarstjóri, tá ið Rodmundur hevur verið burturstaddur. Leggur borgarstjóri frá sær permanent, skal býráðið sambært kommunulógini skipa seg av nýggjum.
Kári P. Højgaard hevur boðað Runavíkar kommunu frá, at hann tekur ikki við borgarstjórasessinum, um so er, at borgarstjórin leggur frá sær. Starvið, sum løgtingsmaður, krevur so nógv, at stundir ikki eru at røkja uppgávuna sum borgarstjóri um hesin møguleiki annars stóð honum í boði.
Hans Petur Ellingsgaard hevur verið nevndur sum eftirmaðurin, men hann hevur alment avsannað, at hann tekur við borgarstjórasessinum í Runavíkar kommunu.

Tættir sum fløskan
Í morgun hevur Sosialurin tosað við býráðslimir í Runavíkar kommunu um útlitini, og sum skilst, er avtala gjørd um, hvør eftirmaðurin verður, um Rodmundur Nielsen leggur frá sær. Men avtalað er eisini, at hetta ikki skal upplýsast alment, fyrr enn valið er farið fram.
Hvørki Kári P. Højgaard, ei heldur Klæmint Østerø, sum er valdur á listanum á Skála, vilja siga okkum, hvør eftirmaðurin verður.
Í skrivandi løtu mugu vit eisini hava í huga, at í skránni til almenna eykabýráðsfundin í kvøld stendur "møgulig umskipan av býráðnum".
Av sjey býráðslimum, sum eru valdir á høvuðslistanum, er nú tríggir útilokaðir sum eftirmenn. Teir eru sitandi borgarstjórin, Rodmundur Nielsen, Kári P. Højgaard og Hans Petur Ellingsgaard.
Eftir eru Hans Jacob Lamhauge, Regin Jacobsen, Regin Olsen og Kristian Gaardbo.
Vælvitandi keldur sum standa býráðnum nær, vænta ikki, at Regin Jacobsen (Regin á Bakka) tekur við borgarstjórasessinum, ei heldur Regin Olsen og Kristian Gaardbo.

Royndur eftirmaður
Tey, sum vit hava tosað við, biðja okkum hyggja at, hvør hevur drúgvastu royndirnar í býráðsarbeiði av teimum, sum eftir eru.
Sambært teimum samrøðum, vit hava havt við vælvitandi keldur í morgun, bendir alt á, at nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu verður Hans Jacob Lamhauge, lærari, sum hevur sitið í býráðnum í meira enn 29 ár.