Tað var í seinna hálvleiki í dystinum hjá Víkingi móti B36, at Hans Jørgen Djurhuus kom illa fyri í einum nærdysti. Miðvallarstríðsmaðurin varð alt fyri eitt skiftur út, og staðfestingin var, at økslin var farin úr lið.
Skaðarnir, sum hetta ber við sær, merkja vanliga einar 4-5 vikur uttan fótbólt, og tí ivaðist eingin í, at Hans Jørgen ikki skuldi blíva partur av manningini hjá Víkingi í steypafinaluni.
Sjálvur hevur Hans Jørgen ikki givið skarvin yvir, og í dag var hann við, tá Víkingur hevði seinastu venjingina undan steypafinaluni.
- Eg havi framvegis eina lítla vón um, at tað skal bera til at spæla. Eg royndi at venja í dag, uttan at eg hevði tikið nakað pínustillandi, og tað gekk heilt væl. Men skal eg spæla, so verður tó neyðugt við onkrum blokadum, tí fari eg í nærdyst, so er eingin kjansur, um eg ikki havi fingið nakra blokadu, sigur Hans Jørgen.
- Hinvegin skal eg sjálvandi eisini taka atlit til mín sjálvan. Læknin hevur sagt, at versnar skaðin, so kann eg fáa varandi mein, so hetta er sjálvandi ikki til at spæla við. Eisini spælir tað inn, um Lava og Philip kunnu spæla. Eru teir klárir, so leggi eg kanska ikki heilt so nógv fyri, men nú fáa vit at síggja. Her og nú vildi eg sagt, at tað er á leið 50/50 ella kanska 40/60 møguleiki fyri, at eg spæli, sigur Hans Jørgen Djurhuus.