Hans Olsen sýnir [Ó]RÓ í Gallarí Havnará

12. september letur føroyski listamaðurin Hans Olsen upp solo-framsýningina [Ó]RÓ í Gallarí Havnará í Tórshavn.

Framsýningin er opint til og viðl 17. september og savnar verk úr einum stillum, dreymakendum og melankolskum myndamáli, har menniskjað ofta stendur lítið í mun til rúmið, bygningarnar og landslagið.

 

Í [Ó]RÓ arbeiðir Hans Olsen við mótsetninginum millum órógv og ró. Tóm rúm, stórir bygningar, mjørki, ljós og einsamallar figurur skapa eina kenslu av at vera á markinum millum nakað kent og nakað ókent. Verkini geva ikki eitt endaligt svar, men lata áskoðaran sjálvan lesa sína egnu søgu inn í myndirnar.

 

Hans Olsen er úr Syðrugøtu og býr og arbeiðir í Charlottenlund, Danmark. Í hansara listarliga arbeiði renna føroysk minni, norðurlendsk kensla og eitt samtíðar digitalt myndamál saman. Verkini verða ment digitalt og síðani viðgjørd og prentað sum giclée fine- art verk, har tilfarið og yvirflatan eru ein týðandi partur av endaliga úttrykkinum.

 

Fernisering: 12. september 2026 kl. 19.00

 

Framsýning: 12.–17. september 2026

 

Opið: allar dagar kl. 16–18

 

Stað: Gallarí Havnará, Tórshavn

 

UM [Ó]RÓ

 

[Ó]RÓ er eitt myndaligt univers um støðuna millum ró og órógv – og um tað, sum liggur beint undir yvirflatuni.

 

At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er hjá Hans Olsen eisini at venda aftur til nakað, sum altíð hevur verið við honum.

 

Landslagið. Ljósið. Veðrið. Stillið. Og kenslan av einum staði, sum bæði kann kennast nær og langt burturi.

 

Í [Ó]RÓ verða hesi minni og kenslur umskapað til eitt surrealistiskt og poetiskt myndamál. Menniskju, hús, tóm rúm og landsløg koma fram sum brot úr einum minni. Summastaðni er menniskjað sjónligt, aðrastaðni bert sum ein skuggi ella ein kensla av, at onkur hevur verið har.

 

Arkitekturur, tómleiki, mjørki og ljós gerast sálarlig rúm. Smáar menniskjafigurur standa móti stórum formum og skapa eina kenslu av frástøðu, einsemi og leitan.

 

Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað til staðar sum ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni.

 

Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum ró og órógv. Tey siga ikki eina ávísa søgu, men lata áskoðaran finna sína egnu.

 

[Ó]RÓ snýr seg um hesa tvístøðuna.

 

At hoyra til og samstundis standa uttanfyri.

 

At leita eftir friði og merkja órógv.

 

At fara burtur – og kortini bera heimstaðin við sær.

 

UM HANS OLSEN

 

Hans Olsen er sjálvlærdur føroyskur myndlistamaður. Hann arbeiðir við talgildari myndlist, tekning, málning og prentlist. Verk hansara hava ofta eitt einfalt, poetiskt og melankolskt úttrykk, har stilli, minni, einsemi, tilknýti og broyting ganga aftur sum evni.

 

Arbeiðsgongdin byrjar ofta við skitsum og talgildari myndagerð og heldur fram við kompositión, tekning, málning og nágreiniligari eftirviðgerð. Hans Olsen hevur eisini ment sínar førleikar gjøgnum fakliga undirvísing, millum annað eina masterclass hjá Steve McDonald, sum hevur arbeitt sum teknari fyri Pixar og Disney.

 

Endaligu verkini verða prentað sum giclée fine-art prent við pigmentblekki á útvald listapappír frá Hahnemühle. Val av pappíri, strukturur, ljós og yvirflata eru ein týðandi partur av endaliga úttrykkinum og geva hvørjum verki sín egna karakter.

 

Summi verk verða harumframt handviðgjørd eftir prenting. Soleiðis heldur arbeiðsgongdin fram frá tí talgilda inn í tað analoga, og markið millum talgilda myndagerð, tekning, málning og prent verður ein partur av sjálvum verkinum.