Aftur í dag hevur USA lopið á iransk tangaskip, og nú hóttir Iran við at leypa á skip, sum liggja í havn í eitt nú Kuwait og Bahrain. Myndin hevur ikki samband við amerikansku álopini í dag

Iran lovar at hevna amerikansk álop í dag

USA hevur lopið á iransk tangaskip í dag, og spreingingar hava eisini verið at hoyrt á iransku Kharg-oynni

Aftur í dag hevur USA lopið á iransk tangaskip, og nú hóttir Iran við at leypa á skip, sum liggja í havn í eitt nú Kuwait og Bahrain. Myndin hevur ikki samband við amerikansku álopini í dag

USA hevur í dag lopið á iransk tangaskip. Lopið hevur eisini verið á iransku Kharg-oynna og í iranska havnarbýnum, Jask, verður eisini sagt frá spreingingum.

 

Sambært iranskum miðlum lovar iranska kollveltingarhirðin hevnd fyri amerikansku álopini.

 

Hálvalmenna iranska tíðindastovan Tasnim veit at siga, at ein amerikansk rakett hevur rakt eitt iranskt tangaskip, men einki verður sagt um, hvar skipið var statt, tá tað varð álopið.

 

Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av skipinum.

 

Almenna iranska tíðindastovan IRIB visti nakrar tímar eftir amerikanska álopið at siga, at USA hevði lopið á enn eitt iranskt tangaskip út fyri iranska havnarbýnum, Jask.

 

Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum.

 

Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at Iran hevur roynt at leypa á fleiri amerikansk herskip í økinum.

 

Wall Street Journal veit at siga, at tað eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini í álopunum.

 

Iranska kollveltingarhirðin hevur í dag hótt við at leypa á skip, sum liggja í havn í Kuwait og Bahrain, og sagt verður, at hetta verður iranska svarið upp á amerikansku álopini á iransk tangaskip.

 

Í einari fráboðan, sum iranskir miðlar bera, heitir iranska kollveltingarhirðin á manningar umborð á herskipum, sum liggja í Kuwait og Bahrain, um beinanvegin at fara av skipunum.

 

Óvist er, hvaðani spreingingarnar á iransku Khard-oynni stava. Oyggin í Persaraflógvanum hevur ógvuliga stóran tydning fyri Iran, tí haðani fara umleið 90 prosent av landsins oljuútflutningi.

 

- Ljóðið av spreingingum hoyrdist um partar av Kharg-oynni, visti iranski miðilin Mehr at siga í kvøld.

 

Iranski havnarbýurin Jask liggur í Omanvíkini - uttan fyri Hormussundið, og her hevur sambært iransku tíðindastovuni Fars eisini verið sagt frá spreingingum í kvøld.

 

 

 

Aftur í dag hevur USA lopið á iransk tangaskip, og nú hóttir Iran við at leypa á skip, sum liggja í havn í eitt nú Kuwait og Bahrain. Myndin hevur ikki samband við amerikansku álopini í dag