Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, eftir ríkisfundin í Nuuk í gjár. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen: Ríkisfelagsskapurin skal broytast

Danska forsætisráðfrúan heldur ikki, at endamálið eigur at vera, at ríkisfelagsskapurin skal halda fram júst sum higartil. Heimurin er grundleggjandi broyttur, sigur hon.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, eftir ríkisfundin í Nuuk í gjár. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

– Eg haldi ikki, at tingini skulu vera, sum tey altíð hava verið.

 

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin Jens-Frederik Nielsen í Nuuk.

 

KNR spurdi hana, um ríkisfelagsskapurin kann halda fram í verandi líki, ella um broytingar eru neyðugar.

 

Sambært Mette Frederiksen skal ríkisfelagsskapurin endurnýggja seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av.

 

Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi.

 

Á hesum ríkisfundinum var svarið greitt, tá hon varð spurd, hvat stjórnarleiðararnir høvdu brúkt mest tíð upp á:

 

Trygdarpolitikk.

 

– Trygdarpolitiska støðan kring lond okkara – øll trý – er fullkomiliga broytt samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen.

 

Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má broytast eftir tørvinum hjá teimum trimum londunum.

 

Jens-Frederik Nielsen segði eisini við KNR, at Grønland í fleiri ár hevur tosað um eina modernisering av ríkisfelagsskapinum.

 

Kelda: KNR

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, eftir ríkisfundin í Nuuk í gjár. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix