– Sjálvandi gleði meg, tí tað verður ikki nógv meiri spennandi enn hetta, staðfestir Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi. Men hóast uppgávan er heilt serlig, so hava fyrireikingarnar ikki verið nógv øðrvísi enn vant.
– Men vit hava roynt at loyst vøddarnar upp, tí vit rokna við at koma at renna nógv í dag, sigur víkarmaðurin.
Hans Pauli er um nakar maðurin í Føroyum, sum dugir at dribla og torir at bjóða av. Tað hevur hann eisini prógvað, at hann kann á landsliðnum, men fer hann at royna seg móti Manchester City?
– Um vit fáa bóltin, so fari eg heilt víst at royna meg. Og tá man hevur ein møguleika sum henda, so má man royna at vísa seg, skemtar Hans Pauli Samuelsen. Hann leggur síðani aftrat, at hvør leikari sjálvandi ger tað, hann er best til, og um ein dribling kann hjálpa liðnum, so ger hann tað – eisini um mótstøðuliðið eitur Manchester City.
Eitt er driblingar, men annað er sjálvur dysturin. Hvat er eitt gott úrslit hjá EB/Streymi?
– Tað veit eg ikki. Sjálvandi er tað altíð gott at vinna, men tað verður ikki sum at siga tað. Vit byrja so á javnleiki, og so mugu vit taka tað harfrá, sigur Hans Pauli Samuelsen.