Hans Pauli Strøm, hvat er í vegin við at spara upp?

Viðgang bara, at tit ikki hava gjørt tykkara heimaarbeiði.
Í bløðunum nú um dagarnar stendur tú fram sum tann frelsandi eingilin og sigur, at tað vera tey lágløntu, sum koma at heysta ágóðan av nýggju pensjónskipanini. Tú sigur at “fidusurin við kapitalpensjónini er, at tey hava fingið hinar skattgjaldararnar at gjalda ein stóran part av teirra pensjón".

At ein politikari, ja enntá ein javnaðarpolikikari við ambitiónum, kemur við síni meining um eina framtíðar pensjónskipan, er í míni verð óført, men eg haldi ikki tað er rætt, at tú hartar fólk, sum fyri langari tíð síðan hava sæð, at politikarnir ikki hava verið sína uppgávu vaksnir, heldur ikki javnaðarpolitikarar, nevnliga at dagføra fólkapensjónina.
Longu í mínum ungu árum hoyrdi eg í mínum barnaheimi, at fólkapensjónin var fátækaløn. At fólk kring meg hava tosað soleiðis, hevði helst sína orsøk, tí omma mín í faðirætt misti mann sín við Ernestinu, sum fór á land og sakk í Íslandi 1930. Tá var hon bert 32 ára gomul og sat eftir við fimm synum, 5 ár og yngri.
Sjálvur byrjaði eg at hugsa um míni ellisár sum 18 ára gamal og gjørdi mær eina privata pensjón, men nú sigur tú, at eg havi við “fidusi” snýtt meg til skattafrádrátt, sum onnur hava goldið.
Hvat billar tú tær inn, Hans Pauli? Tú sigur, at “higartil hava vælbjargaðir privatpersónar og fleiri fakbólkar, m.a. akademikararnir og onnur starvsfólk, havt sera lukrativar pensjónsskipanir sum kapitalpensjónir. Tvs., at í staðin fyri eina eftirløn, ið verður goldin í mánaðarligum upphæddum, hava tey spart upp til eina reina kapitalpensjón, sum verður goldin út í einum við veldugari upphædd, tá tey fara frá”. Eg haldi, at hetta er ein pástandur, sum tú bara sleingir í luftina, tí tú ikki hevur sett teg nóg væl inn í skipanina við kapitalpensjón.
Tað var tín egni partamaður, javnaðarmaðurin Jákup Lindenskov, sum pressaði á at seta lívstryggingarfelagið Føroya Lívstrygging á stovn í 60’unum. Tað felagið er í dag eitt sera kapitalsterkt felag, sum í løtuni rindar í milliónum út í pensjónum, til fólk sum sjálvi hava hugsað um sín pensjónistaframtíð. Eg siga bara stakkals landskassi, um so var, at øll hesi fólkini skuldu litið á landskassan í hesum døgum.
Ja, enntá er landstyrismaðurin í vinnumálum í ferð við at selja sama felag, tí peningur er at heinta, eftirsum nøkur okkara hava verið so frek, sambart tær, at teknað kapitaleftirlønir við fidusi. Hans Pauli, tú skyldar okkum eina umbering.
Tú sigur, at ”fidusurin við kapitalpensjónini er, at tey hava fingið hinar skattgjaldararnar at gjalda ein stóran part av teirra pensjón: Tí av teirra samlaða inngjaldi til kapitalpensjónina hava tey havt ein skattafrádrátt svarandi til 57% av inngjaldinum, men tey skulu bara gjalda 35% í skatti, tá kapitalpensjónin verður útgoldin. Altso 22% niður í lumman, sum man ikki sjálvur, men hini hava goldið fyri”.

Tak í egnan barm, sig tað sum tað er, at hetta landið er heimsins dýrasta land at liva í. Við so vánaligari stýring hava fólk við vanligari arbeiðararløn seinastu árini nevniliga ikki havt ráð at seta pening til síðis til sína egnu privatpensjón, og tí eru politikkararnir komnir til tað genialu idé at gera ein pensjónsreform. At kalla okkum, sum hava sæð, at fólkapensjónin ikki fór at røkka, fyri ‘fidusmakarar’, tað kalli eg ein frekan politikara, sum skomm ikki er skapt í.
Nú haldi eg, at tað er ov mikið, Hans Pauli Strøm. Tú hartar fólk, sum hava gjørt sína egnu pensjón, og kallar tey fidusmakarar. Ja, so gloyma fólk sjálvandi, hvat tit politikarar fáa í pensjón. Men so lætt sleppur tú ikki. Hettar álopið á okkum, sum hava spart upp, er ein boomerangur, sum vendir beint aftur til politisku skipana, ið ikki hevur gjørt sína skyldu, meðan tíð var.