Argjamenn droymdu um og vónaðu, at møguleikin lúrdi fyri, at tað kundi eydnast at hava í hvussu so er eitt stig við aftur úr Gundadali og út aftur á Argir.
Soleiðis tørnaði tað ikki út.
HB var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, og HB vann 3-0. AB hevði møguleika í onkrum skjótum álopi at koma í góða støðu, men tað eydnaðist ikki. Brian Jakobsen var ov einsamallur, og so var tað skjótt, at tað vóru tríggir og fýra av heimamonnunum kring hann.
Lítla løtu undan steðginum økti Hanus Sørensen um málmunin til 2-0. Hann var fyrstur á, tá ið AB málverjin hálvbjargaði. Hetta málið kendist seta tingini upp á pláss soleiðis, at tað var greitt, at HB fór at vinna, meðan spurningurin heldur var, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.
Tað endaði við stórum heimasigri. HB vann 5-0, og dagsins HB spælari var Hanus Sørensen. Nú fleiri eru farnir av landinum, og aðrir eru skaddir, ræður tað um hjá Jákupi Martin Joensen at fáa sum frægast í HB hópinum.
Í dag var Heri Hjalt Mohr vongverji í høgru, meðan Hanus Sørensen var framrættaður í høgru. Áður hevur hann roynt framrættaðan leiklut. Í dag eydnaðist tað so sera væl. Mikkel Dahl, sum í fleiri førum ikki hevði marginalirnar á sínari síðu, setti hol á eftir horna úr høgru frá Viljormi Davidsen, sum saman við Bartali Wardum var miðverji.
So var tað, at Hanus Sørensen av álvara fór at spíla seg út. Hann skoraði 3-0 málið við langskoti og var harvið tvífaldur málskjútti, tá ið hann fyri fyrstu ferð var málskjútti á besta HB liðnum, og hann átti uppleggið, tá ið innskifti Áki D. Samuelsen økti til 4-0, og tá ið innskifti Jákup L. Thomsen 10 minuttir undan leikloki staðfesti rimmar heimasigurin.
Hjá AB eydnaðist tað ikki, sum argjamenn høvdu vónað. Miðvallarin Bjarni Skála, sum í dag var liðformaður, var næst við at skjóta mál, tá ið hann í fyrra hálvleiki, meðan støðan var 1-0, smekkaði til úr stórari fjarstøðu, og bólturin brast í tvørtræið.
Hetta var kanska ikki dysturin, sum venjararnir báðir Símun Eliasen og Morten Overgaard høvdu kalkulerað við at vinna stig. Tvær tær næstu ferðirnar verður EB/Streymur mótstøðuliðið, og tølini siga, at tá vera vánirnar betri at vinna stigini, sum skulu til fyri at sleppa av aftasta plássi.
HB – AB 5-0 (2-0)
1-0: Mikkel Dahl 42.
2-0: Hanus Sørensen 45.+1.
3-0: Hanus Sørensen 60.
4-0: Áki D. Samuelsen 77.
5-0: Jákup L. Thomsen 80.
Dómari: Árni Brandsson Petersen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Heri Hjalt Mohr (Áki D. Samuelsen, 63.), Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Dan í Soylu (Heðin Hansen, 73.), Emil Berger (Tróndur Jensen, 73.), Mattias Præst Nielsen (Dánjal Reginsson, 84.) – Hanus Sørensen, Mikkel Dahl (Jákup L. Thomsen, 63.), Adrian Justinussen
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup Martin Joensen
AB: Antonio Borrelli – Tróndur J. á Høvdanum, Danjal Danielsen, Victor Helgi Benediktsson, Samuel James Pollard (Beinir Ellefsen, 73.) – Bjarni Skála, Santiago Lebus – Marius Kryger Lindh (Teitur Debess Olsen, 82.), Ragnar Skála (Bartal S. Petersen, 73.), Filip í Liða (Rói C. Nielsen, 82.) – Brian Jakobsen (Gunnar Reynslág, 88.)
Gult kort: Bjarni Skála, Ragnar Skála, Brian Jakobsen, Tróndur J. á Høvdanum
Venjari: Símun Eliasen og Morten Overgaard