Ein harður jarðskjálvti var seinnapartin á indonesisku oynni Sumatra Indonesiski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 6,7 á Richterstiganum, og amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at hann var 6,8.
Miðdepilin í skjálvtanum var 23 kilometrar undir jørð einar 120 kilometrar í útsynning úr havnarbýnum Bengkulu við Indiska Havið.
Enn er einki frætt um skaða, og indonesisku myndugleikarnir hava sagt, at vandin fyri flóðaldu av jarðskjálvtanum er ógvuliga lítil.