Har var eingin eldur

Leygarmorgunin sá út til at eldur var í á Tryggingarsambandinum Føroyar.

Leygarmorgunin sá út til at eldur var í á Tryggingarsambandinum Føroyar.

Á Kongabrúnni stóð ein brandbilur við stiganum uppi, men tað var eingin orsøk til panik, tí har var eingin eldur.

Orsøkin til bilin var, at rútarnir í bygninginum hjá Tryggingarsambandinum vóru vornir heldur skitnir og trongdu til vask. Og tá bygningurin er rættiliga høgur, so er neyðugt við stiga og tá er nærum sjálvsagt at brúka brandbil, tí ein slíkur hevur høgan stiga.

Nú nýggj vika er byrja, so síggja starvsfólkini á Tryggingarsambandinum betri út, enn tey gjørdu frammanundan.