Steypavinnari
Sæð burtur frá at lítli Pætur var eitt sindur bangin, tá hann stóð uppi á pallinum framman fyri hundrað tals fegnum vágbingum, so var ikki stórvegis ivi um, at hetta var ein góður dagur hjá Gurið Mortensen.
Fyri triðju ferð var hon partur av eini steypafinalu, og eftir at tær báðar fyrstu ferðirnar miseydnaðust, gekk alt loksins so, sum tað skuldi, tá VÍF var mótstøðuliðið leygardagin.
- Sjálv var eg bilsin av, hvussu væl tað gekk fyrstu løtuna. Har var alt akkurát, sum tað skuldi vera. Vit steðgaðu álopsspælinum hjá teimum, og fingu okkara egna álop at koyra, men tað kravdi eisini nógv. Seinasta partin av dystinum var snøgt sagt einki eftir í okkum. Eitt skifti hevði VÍF eisini heilt góðar møguleikar at taka okkum, men tíbetur misnýttu tær nakrar ferðirnar, samstundis sum vit skoraðu, soleiðis at vit fingu eitt sindur av luft, helt Gurið Mortensen, tá vit spurdu hana, hvussu hon upplivdi dystin.
Okkurt mundi vera
Um restina av degnum annars helt Gurið, at fyrst og fremst, so skuldi hetta feirast.
- Nú veit ikki akkurát, hvussu tað verður, men sum eg havi skilt á lagnum, so eru nøkur fólk eftir har suðuri, og tey hava vist nokk gjørt eitt sindur av mati og soleiðis, segði ein fegin mamma at enda.
Og Pætur. Jú hann var róligur aftur, og tóktist ikki hava tað minsta ímóti at verða avmyndaður saman við parti av stóru hondbóltsfamiljuni í Vági.