Hann hevur síðani 1966 verið lærari í Gøtu skúla, og har er hann framvegis. Okkurt árið, tá fyrsti lærarin, Petur Eli Mikkelsen, var burtur frá í eftirútbúgvingarørindum, hevur Harald Hammer havt leiðsluna av Gøtu skúla.
Harald er ættaður av Tvøroyri. Hann er sonur Hannefíu og Mikkjal Hammer. Pápin var av Tvøroyri, og mamman, sum er væl uppi í áttati árunum og lívsfrísk sum fáur, er úr Sørvági.
Kríggið leikaði á, tá Harald sá dagsins ljós. Hesa tíðina sóust týsk flogfør so at siga dagliga á okkara leiðum. Ein dagin fórust grannahúsini ? tey hjá Dala-Mikkjali ? heilt illa av bumbuálopi. Húsini hjá Hannefíu og Mikkjali vórðu eisini skadd. Hon slapp akkurát av húsinum við tí nýfødda, áðrenn bumban rakti.
Eftir hetta fluttu Hannefía og Mikkjal til Vágs, har tey hildu til í Tippinum. Tá kríggið var liðugt, fóru tey norður aftur.
Harald er elstur av fimm systkjum. Hini eru Juilius, sum búði í Hvalba og ikki er millum okkara meiri, Jóhannes, sum býr í Danmark, Terji, sum býr á Tvøroyri, og Eydna, sum býr í Havnini.
Hinir brøðurnir vóru skipsmenn, men hjá Haraldi stóð hugurin til bókina, og hann leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1966. Sum nýklæktur lærari fór Harald til Mykinesar at vera lærari í eitt ár. Harald tosar um hetta árið sum nakað serligt. Tað vóru stundir at lesa, og tað var góður lívsførningur at síggja og vera uppií bygdarlívinum, ikki minst tá tað ráddi um innløgu.
Harald fann sær konu í Fuglafirði. Sonja, sum er fødd Poulsen, og hann eiga trý børn: Jóna, sum er fødd í 1968, býr á Kambsdali, Jonhard, sum er føddur í 1971, býr í Havnini, og Meiken, sum er fødd í 1975, býr í Svendborg.
Harald hevur altíð verið bitin av ítróttini, og hann hevur eisini verið virkin ? bæði sum íðkandi og í nevndararbeiði. Áðrenn hann kom til Gøtu hevði hann spælt fótbólt og hondbólt og róð kapp á Tvøroyri og í Havnini, har hann var Neista maður.
Gøtumenn royndu seg fyrstu ferð í fótbólti stutt eftir, at fótbóltsvøllurin var komin, og Harald spældi við. Millum liðfelagarnar kunnu nevnast Jákup Jacobsen, Símun Konoy, Líggjas Hansen, Ólavur á Toftini, Jóannes Gøthe og John Petersen, sum tá arbeiddi á Skála.
Í Gøtu kom Harald Hammer beinanvegin upp í nevndararbeiðið. Hann var limur í nevndini fyri GÍ frá 1967 og fram til 1985, og hann var formaður frá 1974 og fram til 1979. Hetta síðsta árið var tað, at GÍ vann 2. deild og flutti upp í 1. deild, har teir hava verið síðani. Harald stóð í fleiri ár sum umboðsmaður fyri fótbóltin og hondbóltin í Gøtu.
Nakað eftir at hann fór úr GÍ nevndini, fór Harald at hjálpa til í borðtennis. Eftir at oyggjaleikirnir høvdu verið í Føroyum í 1989, gjørdist hann nevndarlimur í Borðtennissambandinum, og har var hann inntil í 1997.
Harald er framvegis áhugaður í ítrótti og fylgir væl við. Men hann er ikki uppií nevndararbeiði longur. Hann og Sonja eiga tvey barnabørn, og tey verður nógv tíð brúkt uppá.
Stóran part av frítíðini dámar Halaldi at brúka til innløgu. Hann hevur hønir, setur epli niður á hvørjum ári og er á floti, tá líkindi eru til tað. Grindareiðskapurin hongur klárur, og Haraldur er millum teir fremstu í drápinum, og tá tað verður tikið upp.