Beint fyri klokkan 23 fekk løgreglan fráboðan um harðskap.
Tann órættaði kendi gerningsmannin, og løgreglan fekk skjótt fatur á honum. Maðurin var so mikið ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki varð avhoyrdur beinanvegin. Hann situr tí framvegis í varðhaldinum og verður avhoyrdur seinni.
Sambært løgregluni hevur hann sligið tann órættaða. Viðkomandi fekk sjónligar skaðar og varð kannaður, men skaðarnir vóru ikki so álvarsligir, at innlegging var neyðug.
Enn er ikki greitt, um maðurin verður framstillaður í grundlógaravhoyring. Tað veldst millum annað um, hvat hann áður er skrásettur fyri hjá løgregluni. Maðurin er kenningur hjá løgregluni.











