Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað er meira enn fýrafalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, tá rakstrarúrslitið var 65 milliónir krónur.
Framgongdin kemur, hóast laksaprísurin fall meira enn væntað gjøgnum ársfjórðingin.
Kortini er ein nýggj avbjóðing í eygsjón.
– Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Hann vísir tó á, at felagið hevur bygt upp stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi, sum væntandi røkka fram til annan ársfjórðing í 2027.
Høgt virksemi í Føroyum
Sambært stjóranum er gongdin í Føroyum framvegis góð.
Bakkafrost tók 26.749 tons av laksi í Føroyum í øðrum ársfjórðingi, samanborið við 16.020 tons sama tíðarskeið í fjør. Miðalvektin á tikna fiskinum var 5,5 kilo, og framleiðslukostnaðurin var fýra prosent lægri enn í fjør.
– Fiskurin í sjónum er sum heild væl fyri, sigur Regin Jacobsen.
Felagið setti eisini 5,6 milliónir stór smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni.
Nýtt fóðurvirki
Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu.
Sambært stjóranum fer tað at geva felagnum størri møguleikar at tillaga fóðurblandingarnar í eini tíð, har prísirnir á rávørum hækka nógv.
– Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði, sigur hann.
Framvegis avbjóðingar í Skotlandi
Í Skotlandi var úrslitið framvegis ikki nøktandi.
Har var tøkan 3.145 tons, og lítla tøkumongdin gav høgan framleiðslukostnað. Eisini vóru lívfrøðiligar avbjóðingar á einum aliøki, har smolt komu frá uttanhýsis veitara.
Bakkafrost sigur tó, at umleggingin í Skotlandi heldur fram, og at felagið nú í størri mun brúkar egnar stór smolt.
Heldur fast við metstóra tøku
Hóast laksaprísurin er fallin, metir Bakkafrost, at eftirspurningurin eftir laksi framvegis er góður.
Felagið heldur tí fast við væntaðu ársframleiðsluni á umleið 97.000 tonsum í Føroyum og 20.000 tonsum í Skotlandi.
– Nú útboðsvøksturin væntast at minka, eru útlit fyri størri javnvág á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen.
##med2##











