Harley fjepparar vitjaðu á Barnaheiminum

Mánadagin hevði Barnaheimið í Havn forvitnisliga vitjan. Fólk við motorsúkkluáhuga og súkklum vitjaðu við sínum Harley Davidson súkklum og hetta tykist vekja áhuga hjá stórum og smáum, tí fleiri hundrað fólk vitjaðu Barnaheimið henda dagin

Dagfinn Olsen

Myndir: Jens Kr. Vang


Fólk úr Føroyum, Íslandi og Danmark hava í hesum døgum stevnt hvørjum øðrum á fund í Føroyum. Felagsáhugin er Harley Davidson motorsúkklurnar.

Talan er tó ikki um sonevndar rockarar, sum mong seta í samband við júst hesar motorsúkklurnar, men bert fólk, ið hava vældámdu súkkluna sum ítriv.


Ferð til Danland

Harley-harkaliðið vitjaði mánadagin, 2. hvítusunnudag, á Barnaheiminum í Havn. Í hesum sambandi hevði Barnaheimið opið hús og skipaði fyri sølu av kaffi, køkum og sodavatni. Eisini var møguleiki at ogna sær eittnú Harley Davidson T-troyggjur.

Peningurin fer til eina ferð, ið Barnaheimið hevur ætlanir um at gera til Dan-land. Enn er óvist, hvussu nógvur peningur kom inn, men fleiri hundrað fólk vitjaðu á Barnaheiminum henda dagin.


Lótu 15.000 krónur

Eisini lótu motorsúkklufjeppararnir eina gávu áljóðandi 15.000 krónur, ið eru savnaðar í Danmark og í Føroyum. Peningin hava fyritøkur latið.

Eisini lótu einstøku limirnir í Harley-harkaliðnum eina gávu í part. Talan var um ymiskt leika, umframt, at ein Harley súkkla varð givin Barnaheiminum. Ein ljósareyð Barbie-Harley.


Nógv tiltøk

Stóra fjøldin av vitjandi styrkir hugsanina um, at ein smádrongur býr í hvørjum manni. Men kvinnur taldust tó eisini millum bæði fjepparar og vitjandi.

Ove Ritter, ið skipar fyri Harley Davidson stevnuni í Føroyum og Sólrun Jacobæus, leiðari á Barnaheiminum søgdu nøkur orð, og síðani var annars møguleiki hjá børnunum at sleppa at royna súkklurnar. Á baksetrinum, sjálvandi.

Ein dreymur hjá stórum og smáum er henda tiltikna súkklan og vitjandi Harley fjeppararnir vóru blíðir og troyttaðust ikki av at koyra túrar, so flest øll, ið hildu seg framat, sluppu ein túr.

Nógv var á skránni, millum annað posarenning. Eisini var togtogan á skránni millum Harley fjeppararnar og føroyska Harley eigaran Sofus Hansen og børnini. Børnini og Sofus vunnu.

Sólrun Jacobæus sigur, at tey vitjandi Harley-harkaliðið taldi sera fitt og fyrikomandi fólk. Hon metir, at eini 300 - 400 fólk vitjaðu á Barnaheiminum henda dagin.