– Fyri meg er tað óskiljandi hví alt fokus er á at útlendingar skulu heilt burtur úr fiskivinnuni á sjónum.
Tað sigur Annfinn Olsen, reiðari.
Hann heldur, at orðaskiftið fyri og ímóti at útlendingar kunnu eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum, hevur mest bygt á kenslur.
– Tað verður ikki mett um um fyrimunir og vansar við útlendskari luttøku.
Hann vísir á, at á landi kunnu útlendingar eiga 100 prosent av vinnuni, men tá ið tað kemur til fiskivinnu á sjónum, skulu teir vekk.
– Í okkara reiðarí, Framherja, hava vit drúgvar royndir við at hava eina sterka íslendska fyritøku sum partaeigara og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hava hesa fyritøkuna sum samstarvsfelaga.
– Vit kunnu samskifta og fáa vitan um fiskiskap, framleiðslu, sølu og marknað, og vit verða partur av einum størri netverki, sum gevur okkum nógvar fyrimunir.
– Verður úrslitið sum samgongan vil, steingja vit eisini fyri vágafúsum útlendskum kapitali, og hvat gera vit, tá vit aftur koma í ta støðu, at ongin vágafúsur kapitalur er í Føroyum. Tað hevur søguliga verið meira reglan enn undantakið, heldur reiðarin á Toftum.
– Tað er hugstoytt, at politikkarar javnan leggja reiðarí og persónar undir at vera strámenn. Tað er ikki loygt so tað má vera ein staðfesting av, at myndugleikarnar ikki megna at hava neyðugt eftirlit við hesum viðurskiftum, leggur hann afturat.
– Gongst sum samgongan ætlar, verða viðurskiftini hjá okkum serføroysk, men støðan verður truplari.
– Vit eiga ikki at búra okkum inni her úti í Atlantshavinum, við at seta ein múr um fiskivinnuna, sigur Annfinn Olsen
Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Annfinn Olsen hevur gjørt sær um hesi viðurskifti, har hann heldur, at samstarv við útlendingar ger Føroyar størri