? Hetta er nógv størri enn 1'arin.
Louis Jacobsen úr Havnar bio er væl nøgdur í hesum døgum. Filmurin »Harry Potter og kamarið við loynidómum« hevur fingið fólk í biogafin sum ongantíð áður.
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin vóru tríggjar sýningar hvønn dag, og fult var til allar sýningar uttan ta seinastu náttarsýningina sunnukvøldið, tí fólk skulu til arbeiðis tíðliga morgunin eftir.
1969 fólk hava sæð Harry Potter um vikuskiftið, og mánakvøldið var aftur útselt til báðar sýningarnar. Um vit roknað mánakvøldið uppí, so hava 2330 fólk sæð næsta filmin um Harry Potter fýra teir fyrstu dagarnar, og tað man vera met. Fyrsti filmurin um Harry Potter savnaði »bara« 1540 fólk tað fyrsta vikuskiftið.
? Tey vaksnu eru farin at dáma Harry Potter sera væl, og tað ger munin, tí tað eru nógv fleiri vaksin í biograf hesaferð. Sostatt eru eisini nógv í salinum til tær seinastu kvøldsýningarnar, sum enda rættiliga seint, sigur Louis Jacobsen.
Nógv fólk hava keypt atgongumerki í forsølu, men sambært Louis Jacobsen er áhugin uppaftur størri fyri Ringanna harra, sum verður frumsýndur miðskeiðis í desember.
? Vit brúka vanliga ikki tað at selja atgongumerki frammanundan, men vit gera eitt undantak við hesum báðum filmunum, tí áhugin er so stórur, sigur Louis.
»Harry Potter og kamarið við loynidómum« verður sýndur til 16. desember, tá Ringanna harri kemur á lørifti. Fyrst verður 1'arin sýndur umaftur, og so kemur 2'arin.
Havnar bio hevur lagt seg eftir at hava frumsýning saman við restini av heiminum. Tað er ikki dýrari, men Havnar bio skal bara lúka kravið um, at pláss skal vera til minst 200 fólk, og filmurin skal sýnast minst tvær ferðir.
? Fólk hava tikið væl undir við, at vit hava heimspremierur. Yvirhøvur er biografhugurin rættiliga komin fyri seg aftur í Føroyum. Serliga tey ungu fylgja væl við, hvat rørir seg í filmsheiminum, og tey vita akkurát, hvat er á skránni úti í heimi. Tað vísir seg eisini, at tað, sum er væl umtókt í USA, verður væl móttikið í Føroyum, sigur Louis Jacobsen.
Hann er spentur, til Ringanna harri kemur. Beint nú er hann glaður fyri, at Harry Potter gandar lív í Havnar bio.