Hátíðarløta fyri Universitets­sjúkra­húsinum í dag

Í dag varð hátíðarhildið, at farið er undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús.

Hátíðarløtan varð hildin í Skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram røðu. Hon legði dent á týdningin av, at Føroyar nú fáa eitt universitetssjúkrahús, og vísti á, at hetta fer at lyfta heilsuverkið eitt stig upp.

 

"Eitt universitetssjúkrahús er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu." - segði landsstýriskvinnan millum annað í røðuni.

 

Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni 2025, og við skipaða samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, eru karmarnir settir til at menna bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving í Føroyum.

 

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at politiska visjónin er, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka minst 2% av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing, og arbeiðið er longu byrjað við játtanum á fíggjarlógini.

 

Tá Sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at starvast og at granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast innan føroyska Sjúkrahúsverkið.

 

Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni í fullum líki her: Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum