Endamálið við vitjanini var at hyggja nærri at Kongsbókini, í sambandi við komandi útgávu um føroyska málsøgu. Útgávan er ritstjórna av Hjalmari Petersen, professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum.
Gúðvaldur Már hevði bert ein góðan tíma til sína kanning av Kongsbókini. Hann helt, at Kongsbókin var í rímiligum standi og at tað lá væl hjá Tjóðskjalasavninum. Tó metti hann, at tað hevði verið gott at fingið handritið kannað nærri av einum konservator, við betri amboðum, og at tað í tí sambandi kundi verið gjørdar ábøtur á handritið, skrivar skjalasavn.fo.
##med2##