Hatta er eitt frálíkt uppskot

Kári Thomsen, ið upprunaliga kærdi byggingini hjá Varðanum Pelagic, heldur, at uppskotið hjá Páll Holm Lave við onkrum fínjusteringum er frálíkt

- Hetta er eitt uppskot, sum eg saktans kann liva við, og við onkrum fínjusteringum er hetta ein frálík loysn.
Tað sigur Kári Thomsen, arkitektur, um uppskotið hjá Páll Holm Lave.
Uppskotið leggur upp til, at bátahylurin verður varðveittur.
- Hetta uppskotið leggur rúmd ímillum nýggju frystigoymsluna og gomlu friðaðu húsini. Samstundis verður kaikanturin varðveittur, so tað er heilt í tráð við tað, sum eg sjálvur hevði hugsað mær, sigur Kári Thomsen.
Ein slík broyting í byggingini fer sjálvandi at taka longri tíð, men tað heldur Kári saktans er at liva við.
- Talan verður um eitt størri og dýrari arbeiði, og tað slepst ikki líka skjótt í gongd, men tað átti ikki at forða fyri nøkrum. Tað er jú ikki so, at 100-tals milliónir standa upp á spæl, og hetta er væl ein loysn, sum eisini Varðin Pelagic kann liva við, sigur Kári Thomsen.
Hann heldur, at avskipingarmøguleikarnir í oynni eru so mikið góðir, at Varðin Pelagic átti at klára seg við teimum, inntil nýggja frystigoymslan stendur liðug.
- Tað ber til at avskipa bæði frá kaikantinum á Tvøroyri og í Vági. Við uppskotinum hjá Páll Holm Lave fæst ein loysn, sum allir partar eiga at kunna liva við, sigur Kári Thomsen.
Hann skoytir uppí, at kærumálið, hann sendi Kærunevndini í Lendismálum, er nú kærd víðari til Eystara Landsrætt.