– Hatta er slett aldeilis ikki í ordan

– Vit høvdu ongantíð sent flúgvaran avstað, um vit vistu, at tey ikki vóru klár at handfara flogfarið, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways, nú nógv ferðafólk vórðu strandað í nátt og morgun á Kastrup.

– Vit eru ótrúliga hørm um hatta. 

 

Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, tá vit spyrja hana um støðuna, sum ferðafólkini við flogfarinum til Kastrup í nátt komu í.

 

Ferðafólk bíðaðu eftir bagasju í samfullar tríggjar tímar – frá klokkan 4 til 7 um morgunin. 

 

Orsøkin var, at eingi starvsfólk vóru at handfara bagasjuna mitt um náttina. Tað er fyritøkan Aviator, ið hevur ábyrgdina av at handfara bagasjuna hjá Atlantic Airways. Men tey arbeiða ikki um náttina.

 

Tí hevur spurningurin verið, um Atlantic Airways hevur vitað av tí, tá tey útsettu flogferðina frá klokkan 17:35 til klokkan 00:55 um náttina. 

 

Men tað vistu tey ikki, sambært stjóranum.

 

– Í Føroyum verður bagasjan avgreidd, uttan mun til hvør tíðin á samdøgrinum er. Og vit hava verið í tí góðu trúgv, at soleiðis ger man eisini niðri í Kastrup. Men tey hava ikki kunnað okkum um, at tey ikki gera tað, sigur Jóhanna á Bergi.

 

– Vit harmast so miriliga, og eg veit ikki, hvat annað eg skal siga. Tí eg skilji tað so ótrúliga væl, at fólk eru ónøgd.

 

– Vit skilja heldur ikki, hví tey ikki hava kunnað ferðafólkini um støðuna, sigur hon.

 

So tit vistu av ongum?

 

– Nei. Vit høvdu ongantíð sent flúgvaran avstað, um vit vistu, at tey ikki vóru klár at handfara flogfarið, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Hon sigur eisini, at tað ikki er møguligt hjá ferðafólkunum at fáa nakað slag av kompensatión frá Atlantic Airways.

 

Bagasju-veitarin hjá Atlantic Airways er sum sagt Aviator, og hetta er ein av tveimum møguligum, sum kunnu taka sær av bagasjuni í Kastrup – hin er SAS Ground Handling, sum Atlantic annars brúkti fyri nøkrum árum síðani.

 

– Tað er eitt duopol, tá man skal velja ímillum tveir veitarar. Vit eru eitt sindur í dýrastu neyð, tí har er ikki so nógv at velja ímillum.

 

Hava tit tosað við Aviator um hetta?

 

– Ja, vit hava havt fund við tey í dag, og vit skulu niður at tosa nærri við tey um, hvat hetta er fyri nakað. Tað er slett aldeilis ikki í ordan at gera seg og samstundis slett ikki kunna okkum um tað. So tað skal vera teimum greitt, at vit ikki eru nøgd við tænastuna, sigur Jóhanna á Bergi.

 

LES EISINI: Bíðaðu fleiri tímar í Kastrup: – Hetta er for vánaligt

 

##med2##