Hatta var øgiliga forkert av Annfinni Brekkstein

Hetta kundu annars skapt ein hóp av nýggjum arbeiðsplássum í Havn

Hatta var øgilig keðiligt!

Sjúrður Olsen formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, er ómetaliga harmur um, at Smyril Line nú hevur slept ætlanin um at gera eitt stórt hotell í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju.

 

Tórshavnar Býráð kom í neyð av húsinum, tí tað varð umvælt fyri 100 milliónir krónur, men tað eydnaðist ikki at fáa nakað virksemi í tað. Tí varð 7000 fermetra stóra húsið lýst til sølu ella leigu, og har kom eitt tilboð inn upp á leiga tað. Tað kom eitt tilboð inn og tað var frá Smyril Line, sum er sinnað at leiga húsið í 30 ár til hotell og matstovu.

 

Síðani hava býráðið og Smyril Line samráðst um ein sáttmála, og býráðið skuldi taka støðu til leigumálið í farnu viku, men málið varð útsett.

 

Eftir ætlan skuldi Smyril Line rinda 3,3 milliónir í leigu, men tvey tey fyrstu árini verður leigan stívliga 1,6 millión og tvey tey seinastu árini verður hon slakar 1,2 milliónir.

 Heldur leigumálið fram, verður leigan 3,3 milliónir um árið.

 

Men í Sosialinum mánadagin staðfesti Annfinn Brekkstein, býráðslimur, at hetta kundi undir ongum umstøðum verða veruleiki.

 

Fekk Smyril Line húsið so bíliga, var tað beinleiðis stuðul til eina einstaka fyritøku, og tað var kappingaravlagandi, so tað kundi kommunan ikki. Vanlig marknaðarleiga í havn er einar 1000 krónur fermeturin, og tí skuldi Smyril Line rinda minst tvífalt tað í leigu, sum lá í kortunum.

 

Tað fekk Smyril Line at taka seg aftur, tí tey vildu ikki verða politisk kastibløka.

 

Og Sjúrður Olsen heldur, at tað var avbera keðiligt.

- Tað var skeivt av Annfinn Brekkstein at viðgera málið soleiðis alment, mitt í eini samráðing, heldur hann.

Hann sigur, at samráðingarnar við Smyril Line vóru ikki lidnar, og tað visti Annfinn Brekkstein, tí hann er eisini limur í Vinnunevndini.

- Har hevur hann einki sagt um, at leigan er ov lág, leggur Sjúrður Olsen afturat.

 

Hann vísir á, at Smyril Line er ein stór fyritøka, sum væntar at verða tikin í álvara.

- Men tað ger Annfinn Brekkstein ikki við slíkari framferð, sigur hann.

 

Hann sigur, at endamálið hjá Býráðnum er at fáa íløguna á 100 milliónir inn aftur eftir 30 árum, men harafturat skuldi Smyril Line brúka 50 milliónir upp á at gera bygningin til hotel, so tilsamans er talan um ein íløga upp á 150 milliónir.

 

- Og tað vóru hesar samráðingarnar, vit vóru mitt í, tá ið Annfinn brekkstein ger málið alment.

Hann vísir á, at eitt Hotel á Vestarubryggju hevði skapt ein hóp av arbeiðsplássum

 

- Tað hevði givið heilt aðrar møguleikar fyri at fáa ferðafólk, ráðstevnur, og annað, til Føroyar, tí teir avmarkaður gistingarmøguleikarnir, eru fløskuhálsurin.

 

Nú verður so roynt at finna aðrar møguleikar, men tað fer verri enn so at geva býnum líka nógv, sum eitt hotel hevði gjørt.

 

Annfinn Brekkstein sigur, at hann hevur sagt sína hugsan um hetta málið, og hevur ikki meiri at leggja afturat.