Hatta var matchbóltur

Landsliðvenjarin hjá fótbóltskvinnunum heldur, at nú eiga føroysku kvinnurnar at fáa gullið heim

Cunningsburgh: Eftir sigurin á Bermuda er vegurin hjá fótbóltskvinnum til gullið púra opin.
 Hatta var helst matchbólturin í kappingini. Nú eiga vit at kunna koyra hetta heim. Tær oyggjarnar, sum vit nú skulu spæla ímóti, eru munandi veikari enn bæði Áland og Bermuda, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari.
Hann var illa nøgdur við føroyska spælið í dystinum ímóti Bermuda, men hann ásannaði, at sigurin var tað týdningarmesta.
 Vit spæla ikki væl, og eg eri misnøgdur við spælið hjá okkum í hesum dystinum, men vit hava nógvar streingir at spæla uppá, og vit hava spælarnarir, sum kunnu avgera dystir.

Meira mótstøða
Á Oyggjaleikunum hesaferð hava Føroyar spælt tveir tættar dystir ímóti Álandi og Bermuda, og hóast Føroyar vunnu báðar dystirnar, so líktist hetta meira gevandi og jøvnum dystum, enn aðrir dystir í kappingin gera.
 Vit hava spælt ímóti tveimum rímiliga góðum liðum, og tað hevur verið spennandi báðar ferðirnar. Undanfarnu ferðirnar hevur tað bara verið í finaluni, at tað hevur verið spennandi, sigur Álvur Hansen.
 Gotland er ikki við hesaferð, men tær hava eisini eitt gott lið, so um Áland, Bermuda og Gotland vóru við næstu ferð, so fingu eitt eina fína kapping.
Mikudagin hevði føroyska liðið frí frá sjálvari kappingini, men tær høvdu eina lætta venjing, og hósdagin og fríggjadagin bíða teir báðir seinastu dystirnir í kappingini, sum eru ímóti Hetlandi og Guernsey.