Eg havi ongantíð sýnt hatur, óndskap ella øvundsjúku mótvegis øðrum, sum ein sjálvur upplivir, øvugta vegin, tá ein er øðrvísi og í eini serstøðu í mun til medmenniskju kring um seg.
Eg síggi fyri mær nógvu hóttaføllini, har børn, ung og tilkomin gerast býtt, ljót og svøk, ið førir við sær anarki, tá øll setast hvør upp ímóti øðrum, ið førir til undirgang v.m.
Egoisman og materialisman og aðrar -ismur við øðrum heimi, ið stýrdar verða av stórkapitalistiskum kreftum, ið stýra teim borgarligu og sosialistisku afturhalds- og fríu marknaðarkreftunum.
Tað er veruliga heildarskipanin og støðan, og hvørs embætisfólk, fulltrúar, serfrøðingar o.o. ráðgeva løgmanni og landsstýrismonnum, ið eisini verða stýrdir av stórkapitalistiskum kreftum.
Tað sama er galdandi landspolitikarar, ið sita uppi í løgtinginum og sita í teim politisku ráðum og nevndum bæði í andstøðu og í samgongu, sum ein fær gjørt øllum nógv greitt.
Vit hava einki veruligt demokrati/desentraliser-ing/fólkaræði/stýri/bygdar-/býar-/økis-/útjaðaramenning innan fyri áðurnevndu kreftir og politisku skipan úti í politiska lívinum.
Vit hava diktatur, fasismu, hernaðar- og politistatir í einums tørri stati við einaræðis-valdsharrum og serkønum, ið skaptu einstáttað fyriskipað lív føroyinga, sett í bás eftir stættamuni.
Tað, at øll eru fjøtrað, heiladálkað, og -vaskað, indoktrinerað í sinnalagnum og umskapað til robottar og skitnu arbeiðsamboðini ímóti teim, ið bert eru øðrvísi, ið ein viðger í bløðum.
Tað er óhugnaligt at síggja og upopliva øll, ið hjúkla um og sleikja fyri áðurnevndu, ið ein finst harðliga at við konfrontatiónum, tá ið øll fremja og uppihalda alla samfelagsórættvísina.
Tað er óhugnaligt at síggja og uppliva robottføroyingar vera so fyrilita-, kenslu-, samvitsku-, skyld- og ábyrgdarleys, køld og kynisk mótvegis medmenniskjum úti í øllum kommunum í dag.
Eg eri fyri fullum frælsum, manna- og javnbjóðis rættindum og privatlívsfriði, tryggjað ímóti óviðkomandi uppílegging uttanífrá, og at øll kunnu liva og virka sjálvstøðugt í dag.
Vit eru øll líka verdig í samfelagsligum høpi, og eingin er meira verdur enn onnur í samfelagsligum høpi, sum ein ger øllum nógv greitt úti í øllum kommunum í bløðum.