Hava almenna rutu til 50 ferðafólk - í eitt heilt ár

Onkrar mánaðir í fjør flutti eitt alment rutusamband ikki eitt tað einasta ferðafólk

Tað verður oftað speiðrikið við, at nógvir bussar hjá Bygdaleiðum koyra skralltómir.

 

Og tað má eisini ásannast, at summar rutur verða meiri brúktar enn aðrar.

 

Men nú Strandferðslan hevur gjørt støðuna upp fyri í fjør, er tað serliga ein ruta, sum leypur í eyguni, og tað er rutusambandið ímillum Klaksvík og Kunoy.

 

Bussur hjá Bygdaleiðum koyrir ímillum Klaksvík, Haraldsund og og Kunoy tríggjar ferðir um dagin.

 

Men eftir uppgerðini hjá Strandferðsluni, flutti hesin bussurin bara 50 fólk - í alt fjør. Tað er minni enn eitt fólk um vikuna í miðal.

 

Besti mánaði í fjør, var í september, tá ið 16 ferðafólk vóru við bussinum. Hinvegin var ikki eitt tað einasta ferðafólk við rutuni, hvørki í januar, ella í apríl í fjør.

 

Hini árini hevur tað ikki verið so galið á hesi rutuni, tí tað hava verið nøkur hundrað ferðafólk við, og í 2010 táttaðu tey í 1000 ferðafólk.

 

Jens Petur Brattalíð, samfersluleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at nógv av teimum, sum hava koyrt við hesi rutuni hjá Bygdaleiðum, hava verið skúlabørn.

 

Men síðani hevur Kunoyar Kommuna fingið eina aðra loysn, so at skúlabørnini ikki longur koyra við Bygdaleiðum, og tískil eru tað so fá ferðafólk, sum talan er um.

 

Men hetta er ikki einasta rutan, fá ferðafólk brúka. Á rutuni ímillum Oyrarbakka og Oyri, ferðaðust 121 fólk í alt fjør, tað eru gott og væl tvey um vikuna. Og á rutuni ímillum Glyvrar, Æðuvík og Rituvík, ferðaðust 507 fólk í alt fjør.

 

Ein onnur ruta, sum heldur ikki flutti 1000 ferðafólk í fjør, var rutan ímillum Oyrabakka, Gjógv og Funning, har 812 fólk ferðaðust í alt fjør.

 

Til samanberingar kann nevnast, at í fjør koyri yvir 143.000 fólk á rutuni hjá Bygdaleiðum ímillum Havnina og Klaksvík, og tað er eisini á hesari rutuni, at flest fólk ferðast. Hinvegin vóru yvir 86.000 fólk við flogrutuni vestur i Vágar.