Í sambandi við nýggja nevndarbygnaðin hjá Klaksvíkar Býráð er Sosiala Nevnd lutað sundur í tvær trivnaðarnevndir, onnur fyri málsøkið “Børn og Ung”, og hin fyri “Bústaðir og Eldri”.
Hósdagin valdi býráðið sínar føstu nevndir av nýggjum, har ein av umskipanunum er, at tað nú eru tvær nevndir innan sosiala økið ella trivnaðarøkið, sum hetta málsøkið nú verður nevnt.
Onnur av hesum nevndum er Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir, sum – eins og navnið sigur – varðar av eldraøkinum, bústaðaøkinum umfram øðrum málsøkjum so sum kommunulæknar og serflutningsskipanin.
Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir hevur hesar limir:
1) Óluva Klettskarð, forkvinna
2) Steinbjørn O. Jacobsen, næstformaður
3) Signhild V. Johannesen
4) Herfrí J. Sørensen
5) Eyðstein Ó. Poulsen
Fyrsta uppgávan hjá Óluvu Klettskarð sum nýggj forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir var at hitta Eldraráðið í kommununi, sum hósmorgunin hevði fund við umsitingina.