Almannaverkið hevur nú sett Astu Marjunardóttir í starv sum nýggjur depilsstjóri á Almannastovuni og sostatt verður tað hon, sum fær ábyrgdina av at savna allar tænastur, ið fevna um likamlig brek og alla røkt fyri børn, ung og fólkum við ellisbreki, menningartarni og seinheilaskaða.
– Trivnaðartænastur til fólk við likamligum breki er ein vaksandi bólkur í Almannaverkinum og tískil hevur Almannaverkið seinastu tíðina arbeitt við tillagingum í stovninum. Trivnaðardepilin fyri fólk við likamligum breki fevnir um tríggjar eindir og umleið 300 starvsfólk, sigur ALmannaverkið.
Uppgávan hjá Astu Marjunardóttir verður at skipa trivnaðarøkið, at mynda trivnaðardepilin fyri fólk við likamligum breki, og at flyta Almannaverkið inn í framtíðar røktarfakligar og tøkniligar arbeiðshættir, sigur Almannaverkið.
Asta Marjunardóttir er í dag sett í starv sum depilsstjóri fyri áðurnevnda depil, og hon tekur við starvinum 1. juli.
Asta Marjunardóttir er 54 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, hevur diplom í leiðslu, psykoterapeutútbúgving, og hon er eisini við at gera seg lidna við masterútbúgving í leiðslu á Syddansk Universitet. Asta Marjunardóttir hevur drúgvar starvsroyndir á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum, har hon eitt nú hevur verið deildarleiðari á B8 og depilsleiðari á Skurð- og Bráðdeplinum.
Seinastu 4 árini hevur Asta Marjunardóttir verið eindarleiðari innan eldraøkið í Tórshavnar Kommunu.