Til í gjár høvdu tey føroysku uppsjóvarskipini fiskað tilsamans 197.286 tons. Men tað er ivasamt, hvussu nógv kemur upp á land afturat í hesari veiðitíðini, tí í seinastuni er fiskiskapurin minkaður nógv. Yvirhøvur hava skipini hálað bara eina ferð um samdøgrið, so tað tekur tíð at fáa uppí. Einstøk skip eru givin.
Tá Fiskiveiðieftirlitið gjørdi fiskiskapin upp í gjár, sóu veiðitølini hjá teimum føroysku skipunum soleiðis út:
Fagraberg 35.897 tons
Finnur Fríði 32.244 tons
Jupiter 28.867 tons
Chr. Í Grótinum 24.728 tons
Tróndur í Gøtu 24.384 tons
Norðborg 18.895 tons
Slættaberg 13.401 tons
Tummas T 8.159 tons
Næraberg 7.602 tons
Atlantsfarið 3.109 tons.
Tilsamans 197.286 tons.