Hava handlað her síðani 1768

– Og nú letur Navia upp í hjartanum í Havn í Vágsbotni

– Í fyrstani, tá vit fingu lyklarnar til handilin, kendist alt eitt sindur fremmant, men tað gekk bara ein stutt tíð, so gjørdust vit ógvuliga góð við bygningin, sigur stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum viðgongur, at tey eru ógvuliga glað fyri, at tey valdu at gera hesa íløgu í hugnaliga umhvørvinum í Vágsbotni

 

Tað sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi í samrøðu við Sosialin hesaferð.

Tað var í endanum av august í fjør, at Føroya størsti ullavøruhandil, sum er Navia á Toftum, keypti gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni við yvirtøkudegi, sum var hin 10. september í 2024.

Tá hevði gamli handilin í Vágsbotni, sum læt upp 30. november í 1953, verið stongdur síðan hin 31. mars í 2021.

Men, søgan um gamla handilshúsið í Vágsbotni røkkur longur aftur enn tað.

Tey seinastu, sum róku handillin við dóttir Andreasi, Jónu Restorff Holm á odda, hava fortalt, at fyrsta parið av hvítbotnaðum gummiskóm varð selt hjá Zacharasi Heinesen longu hin 27. november í 1927 – ella fyri næstan hundað árum síðan.

Og hetta parið fór fyri seks krónur!

Eftir at Andreas Restorff Jacobsen byrjaði at handla í 1953, var hetta í fyrsta lagi ein matvøruhandil. Tá vóru ringar tíðir í Føroyum, men við nógvum arbeiði fingu tey tað at bera til, soleiðis at handilin var virkin øll árini fram til 2021.

Í 1974 varð saðlað um frá at vera matvøruhandil til at gerast ein handil, sum meira legði seg eftir sjóklæðum, yviralsklæðum, stivlum og ymiskum øðrum klædnapløggum.

Sum árini gingu, og ferðavinnan í Føroyum mentist, samstundis sum fleiri og fleiri útlendsk ferðafólk komu til Føroya, varð vøru­ útboðið í handlinum eisini tillagað.

Ein stórur partur av útboðnum gjørdist nú bundin pløgg, serliga troyggjur og ymiskt annað, mest frá føroyskum veitarum, og her kundi tú keypa blusur og annað við føroyskum motivum ella áskrift og smærri prýðislutir – eisini við føroyskum motivum.

Øll árini vóru hvítbotnaðir og svartir gummiskógvar ein partur av útboðnum í Vágsbotni.

Lesið alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring alt landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo