Hava havt sín fyrsta fund í dag

Ráðharrarnir í Føroyum og Grønlandi hava eitt nú tosað um málsetningar innan orkuøkið.

Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharri og Mala Høj Kúko, náttúru,- umhvørvis-og orkumálaráðharri í Grønlandi, hava havt sín fyrst fund.

 

Í samband við, at Mala Høj Kúko er á vitjan hjá Sirið Stenberg, hava tey havt sín fyrsta fund, har ráðharrarnir millum annað hava samskift um málsetningar innan orkuøkið.

 

Skrá eg løgd fyri vitjanina, har vitjað verður stovnar og onnur, sum varða av økinum.

 

- Grønlendski ráðharrin, sum kom til Føroyar í morgun, steðgar til hósdagin, tá hann við fylgi sínum fer heimaftur til Grønlands, veit heilsu- og innlendismálaráðið at siga seinnapartin í dag.