Í annaðkvøld klokkan 19 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Tá verður seinni HM-undankappingardysturin móti Bosnia Hersogovina í høllini við Tjarnir. Føroyar hava eina 24-22 leiðslu frá fyrra dystinum á útivølli. Samlaði vinnarin sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi.
Føroyar hava havt ein sterkan heimavøll seinnu árini. Okkara hava ikki tapt ein kappingardyst á heimavølli í skjótt fýra ár.
Seinasta liðið, ið vann á Føroyum í einum kappingardysti var Eysturríki. 16. oktober í 2022 vann Eysturríki tepran 30-28 (14-14) sigur á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn. Talan var um EM-undankappingardyst. Í somu EM-undankapping vunnu Føroyar á heimavølli 25-17 (14-10) á Rumenia og 33-26 (17-12) á Ukraina.
Seinast vit leiktu røkkstøkk HM-undankappingardystir var móti Norðurmakedonia fyri júst tveimum árum síðani. Tá vunnu Føroyar á heimavølli 34-27 (18-14) á Norðurmakedonia.
Í seinastu EM-undankappingini vunnu Føroyar fimm av seks møguligum stigum á heimavølli. Føroyar vunnu 32-21 (13-9) á Kosovo og 35-27 (15-13) á Ukraina. Dysturin móti Niðurlondum endaði við javnleiki 32-32 (18-14).
Føroyar eru sostatt ósigraðar í seks kappingardystum á rað á heimavølli.
Undan EM-endaspælinum í januar taptu Føroyar í fyrra venjingardystinum 34-36 (19-17) fyri Italia. Í seinna venjingardystinum vunnu okkara tó 38-34 (18-17) á Italia. Tað er einasti dysturin føroyska manslandsliðið hevur tapt við Tjarnir, men lukkutíð var tað í einum venjingardysti.
Bosnia hevur ikki vunnið ein kappingardyst á útivølli síðani 30. apríl í 2023, tá teir í einum EM-undankappingardysti vunnu 25-23 (14-13) á Montenegro.












